Á eftirmetingarfundi hjá feløgunum, legði Fótbóltssambandið fram uppskot um at herða revsingina, tá spælari antin fær tólv gul kort ella trý reyð kort. Her er ein lóg í gildi, sum tó ikki er heilt greið.
Tá Hans Jørgen Djurhuus úr Víkingi fekk sítt 12. gula kort fekk hann ein eyka dyst leikbann. Tað vil siga samanlagt tveir dystir leikbann. Av tí at reglugerðin ikki er heilt greið, so valdi Víkingur at kæra avgerðina. Hetta hjálpti ikki, men hevur fingið FSF at taka stig til, at broyta orðingina, so hon ikki er til at taka feil av.
Hetta skal eisini verða galdandi um spælari fær trý reyð kort. Tað var sum so onki mótmæli móti hesari herðingini, sum skal revsað teir spælararnar, ið áhaldandi fáa kort í leypi av einum kappingarári.