Hans Jacob er føddur á Eiði í 1959, foreldrini eru, Elinborg, f. Kalsoy, og Tóraldur Kollsker, sáli, fyrrverandi pantifúti, bæði av Eiði. Hans Jacob eigur tveir eldir brøður, tvíburarnar Terja og Eyðstein.
Báðir abbarnir, Hans Jacob Poulsen og Jóhan Kallsoy, vóru løgtingsmenn, og sótu í tingi fyri ávikavist Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
Hans Jacob er uppvaksin á Traðarvegnum í Havn. Hann lærdi til bilmekanikara hjá Jonhardi Brøðraberg í Havn og er eisini útbúgvin maskinmeistari. Hans Jacob hevur altíð havt stóran áhuga fyri motorakførum og fekk sær tíðliga egnan bilverkstað, fyrst saman við Kurt Dal-Christiansen, og seinnu nógvu árini hevur hann havt sín egna plátu- og lakkeringsverkstað.
Í 2003 flutti hann inn nýggjan nútímans virkisbygning á Hjalla, har hann eisini selur koreansku SsangYong bilarnar.
Hans Jacob er giftur Heidi f. Petersen, og saman eiga tey dreingirnar Teit og Rók. Hans Jacob eigur eisini børnini: René, Rannvá, Trónd og Tórald.









