Hans Jacob er føddur á Eiði í 1959, foreldrini eru, Elinborg, f. Kalsoy, og Tóraldur Kollsker, fyrrverandi pantifúti, bæði av Eiði. Hann eigur tveir eldir brøður, tvíburarnar Terja og Eyðstein.
Báðir abbarnir, Hans Jacob Poulsen og Jóhan Kallsoy, sum hevur yrkt ymiskar sangir og sálmar, vóru løgtingsmenn, og sótu í tingi fyri ávikavist Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
Hans Jacob er uppvaksin á Traðarvegnum í Havn. Hann lærdi til bilmekanikar hjá Jonhardi Brøðraberg í Havn og er eisini útbúgvin maskinmeistari.
Hans Jacob verður ofta settur í samband við stórar motorsúkklur og flottar bilar. Tað er heldur ikki av ongum, hann hevur altíð havt stóran áhuga fyri motorakførum og fekk sær tíðliga egnan bilverkstað, fyrst saman við Kurt Dal-Christiansen, og seinnu nógvu árini hevur hann havt sín egna plátu- og lakkeringsverkstað. Í fjør flutti hann inn nýggjan nútímans virkisbygning inni á Hjalla, har hann eisini selur koreansku SsangYong bilarnar.
Hans Jacob býr saman við Heidi Petersen, og saman eiga tey tvey ára gamla sonin, Teitur. Hans Jacob eigur eisini børnini: René, Rannvá, Tróndur og Tóraldur.