Hans Jacob í Fótbóltspanelinum

Fótbóltspanelið á Rás2: Maðurin, sum seldi Kaj Leo í Bartalsstovu til Rumenia, er gestur í dag

Hans Jacob á Líknargøtu, umboðsmaður hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, verður gestur í Fótbóltspanelinum, sum verður á Rás2 í dag frá klokkan 16.

 

Hans Jacob er maðurin, sum var við til at selja Kaj Leo í Bartalsstovu til rumenska stórfelagið, Dinamo Bukarest.

 

Hann kemur at greiða frá tilgongdini til søluna av gøtumannninum, um støðuna við føroyskum spælarum í útlandinum, og hvussu tað er at vera umboðsmaður hjá føroyskum fótbóltsspælarum.