Hans Jacob Egholm: Mamman misti allar sínar fimm synir

Beint innan inngongdina til kirkjugarðin í Dr. Jacobsengøtu til høgru liggur Hans Jacob Egholm. Hesin steinur er ímyndin av eini syndarligari søgu, sum tað vóru so nógvar av í hesi tíðini

Pápi Hans Jacob var Ole Jacob Egholm, f. 22. juni 1874 í Streymnesi. Hann doyði í 1947. Mamman var Andrea Charlotte f. Joensen, f. 22. juni 1876 úr Oyndarfirði. Hon doyði í 1964.

 

Tey fingu fimm synir. Tveir teirra doyðu 5 og 8 mánaðir gamlir.

Hinir vóru:

Hans Jacob f. 26. desember 1906

Johan, f. 2. juni 1909

Christian f. 30. september 1912.

 

 

Doyði av vanlukku í maskinrúminum

 

Við eina slíka grøv fer ein at hugsa um lagnuna hjá hesum unga manni, sum bert gjørdist 23 ára gamal. Fyrsta slóðin vóru minningarorð, sum Absalon Joensen, prestur, hevði í Dimmalætting, har hann millum annað skrivar:

 

 

Hans Jacob Egholm fra Strømnes begravedes i Mandags paa Thorshavn Kirkegaard under stor Deltagelse, dels fra Mandskabet på de Skibe, som nylig var hjemkomne fra Fiskeriet, og dels fra Thorshavns Borgere.

Hans Død skyldtes et Ulykkestilfælde ved Motorstartning om Bord paa Kutter Slater. Og skønt vi hører om Ulykkestilfælde af forskellig Art ombord paa vores Fiskeskibe, forekommer dette Tilfælde at være af særlig vemodig og gribende Virkning.

Det var store Bededags Morgen under Hjemrejsen fra Sydisland, at ulykken indtraf. Hans Jacob havde været højt til Vejrs i Skibsrigningen for at spejde efter Landkending af de hjemlige Øer, der gemte alt det, som var ham kærest her paa Jord: Hans unge Hustru, som han ægtede sidste Efteraar, og hans Barndomshjem med Forældre og Søskende.

Hans Jacob blev længe staaende deroppe i Skibsrigningen. Længselsfulde Forhaabninger har fyldt hans Sind, da han saa de takkede Fjeldtinder træde frem af Morgentaagen, inderlige Bønner er steget ham fra Hjerte, og en stille Store Bededags Andagt har han holdt deroppe i Skibsrigningen mellem Himmel og Hav. Herom vil vi dog ikke kunde faa nærmere at vide, før hver Taage er forsvunden, som her sig sænker over Livet ned. Thi straks efter, at den unge og af alle sine Kammerater meget afholdte Hans Jacob var kommet ned paa Dækket igen, kaldte Motorpasseren paa ham og bad ham være behjælpelig med at starte Motoren. Den altid beredvillige Hans Jacob var straks parat.

Han skulde holde Motorens Svinghjul i en for Startningen passende Stilling, og den samme hjælp havde Hans Jacob ydet flere Gange før, og det var altid gaaet godt. Men denne Gang greb Svinghjulets Haandtag fat i ham og svingede ham rundt nogle Gange med voldsom Kraft. Motoren blev straks standset igen. Men Ulykken var allerede indtraadt. Den Tilskadekomne var ved Bevidtshed, men han udaandede et par Timer efter ca. Kl. 10 Store Bededags Morgen.

Hans Jacob Egholms Død raaber et varsko til alle dem, der opstiller Motorer i vore skibe.

Vore Sømænd er saavel som andre Sømænd vante til at se Døden i Øjnene. De er vel nok forberedt paa, at de kan lide Skibbrud, og at de kan finde deres Grav i Havet. De er vel nok forberedt paa, at de vil gøre deres bedste, selv om deres Skib skulde komme til at drive om som et hjælpeløst Vrag paa et oprørt Hav. De er velnok bestemt paa, at de med koldt overlæg og klar Tanke vil arbejde til deres sidste Blodsdraabe for deres Kammerater og for dem selv, hvis deres Skib skulde kastes ind paa et Skær i Brændingen eller gaa til Bunds ved en oversejling.

At derimod Motoren, naar de mindst aner det, skal gribe dem i et Dødens Favntag, det ligger helt udenfor det naturnødvendige.

 

Konan kom at taka ímóti

 

Hetta var so syrgiligt, sum tað kundi vera. Sagt verður, at tað var turriklæðið hjá Hans Jacob, sum hevði tikið í svinghjólið.

Viderø prestur hevur frásøgn frá Lottu, mammuni, í Saga Hvalvíkar-Streymnesar.

Lotta greiðir frá, at kona Hans Jacob var saman við pápa sínum farin til Havnar at taka ímóti honum. Báturin kemur í land, men Hans Jacob er ikki í honum. Hon var illa við, men pápin helt, at hann mundi raka sær og lata seg í betri klæðir. Men tá ið báturin legði at, kom skiparin upp á brúnna og segði sum var.

 

Beiggjarnir fórust árið eftir

 

Hans Jacob var giftur við Elisu f. Poulsen, fødd 10. apríl 1909. Hon var við barn, tá ið maðurin doyði. Tann 17. november 1930 fekk hon sonin Hans Jacob, uppkallaður eftir pápanum.

Hans Jacob er ein kendur havnarmaður, ikki minst innan Havnar Hornorkestur, har hann hevði spælt og verið formaður í mong ár. Hann giftist við Marjun Isholm, og tey eiga børnini Elisabett, Hannis og Erling.

Elisa giftist upp aftur við Einar Norðbø í Havn. Tey fingu tvey børn Marin og Hannis. Men her rakti vanlagnan aftur. Hannis gjørdist sjúkur og doyði bert 14 ára gamal.

Vanlukkan hjá Lottu var ikki av. Sum skilst vóru hinir báðir synirnir eisini við Slatrinum hendan túr. Árið eftir í 1931 fóru teir við Doru úr Vestmanna, og á heysti sama ár gekk hon burtur. Johan gjørdist 22 ár og Christian 19 ár. Sýslumaðurin kom við boðunum. Hetta kundi hon ikki góðtaka og helt, at betri mátti leitast. Men tað var sjálvsagt einki at gera.

 

 

Nú hevði Lotta mist allar sínar synir. Síðan lammaðist maðurin Óli Jákup og kundi einki siga. Hann var soleiðis sjúkur í langa tíð, til hann doyði.

Tá komu hennara ættarfólk úr Oyndarfirði ofta til Streymnesar ar hjálpa til við útiarbeiði.

Lotta troystaði seg við øll tey góðu minni, sum hon hevði. Hon livdi eisini í vónini um at síggjast aftur.

 

 

Næstu ferð:

Komandi partur verður um Hans Nikláa Jacobsen, maðurin sum stovnaði H. N. Jacobsens Bókhandil.