Hans Jacob Debes, professari, dr. phil. farin.

Í flogfarinum á veg heim til Føroyar sunnukvøldið fekk eg at vita, at Hans Jacob Debes professari var deyður á Landssjúkrahúsunum sama morgun 62 ára gamal.

Hans Jacob Debes var føddur við Gjógv 17. juli 1940. Hann var sonur Olivar og Hansinu Debes. Bæði av raskastu fólkum. Hans Jacob Debes varð í 1966 giftur við Elsu Arge í Havn, og tey fingu fýra børn.
Hans Jacob var elsti sonur í einum stórum barnaflokki og tað var natúrligt at hann tá hann fór úr skúlanum, fór til skips. Hann var við sluppini Fagranes og við íslendskum trolara árini 1955-57. Hansara hugur stóð meira til bókina enn til sjógvin og hann fór tí á premininerskúla í Havn. Tók preliminerprógv í 1959 og nýmálsligt studentsprógv í 1962. Hann fór síðan at lesa søgu og enskt við Universitetið í Keypmannahavn og gjørdist cand. mag. við søgu sum høvuðsgrein og enskum sum hjágrein 1970. Heimafturkomin fór hann straks í starv sum adjunktur við Føroya Studentaskúla og HF-skeið, har hann var, til hann fekk starv á Fróðskaparsetri Føroya í 1987. Meðan hann var á studentaskúlanum undirvísti hann eisini á Føroya Læraraskula og á Føroya Handilsskúla. Fak hansara vóru søga, enskt, samfelagsfrøði og fornaldarfrøði. Hann varð sagdur at vera ein góður lærari.
Í 1987 kom hann í starv á Føroya Fróðskaparsetri fyrst sum lektari og fra 1. januar 1989 sum professari í almennari og føroyskari søgu.
Hans Jacob Debes hevur altíð verið ein skrivandi maður við einum góðum penni, sum á ein elegantan hátt dugdi at tvinna saman spei, vit og kunnleika. Hetta kom eisini til sjóndar í hansara akademiska virksemi. Fyri bókina um tjóðskaparrørsluna "Nú er tann stundin?" , ið kom út í 1983, fekk hann doktaraheitið við Háskola Islands í 1986. Trý bind eru útkomin um Føroya Søgu. Ì 1991 kom ævisøgan um Jóannes Patursson og bókin um Trygging í Føroyum . Í 1993 komu bøkurnar Politiska søga Føroya 1914-1906 og Ein kvistur spretti. Keldur til politisku søgu Føroya 1800-1906. Skúlasøgan Hin lærdi skúlin í Havn kom út í 2000. Her tekur hann upp eitt heilt nýtt granskingarevni. Sama ár kom eisini bókin hjá Henry Montagu Villiers: Bretskur konsul í Føroyum sum Hans Jacob Debes hevur umsett og gjørt viðmerkingar til.
Seinasta bók fra hansara hond er bókin, Færingernes land. Historien om den færøske nutids oprindelse (2001), sum teir báðir Steen Cold og Kristian Hvidt hava staðið fyri. Henda bók hevur yvirhøvur fingið góða umrøðu uttanfyri Føroyar.
Harumframt hevur hann skrivað fleiri greinir í vísindaligum tíðarritum um søgulig evni av ymiskum slag. Hans Jacob Debes skrivaði sum ein eingil, hevði eitt so lætt flog og dugdi at brúka málið væl og virðiliga, har gott føroyskt mál og altjóða orð gingu upp í eina hægri eind.
Fyrstu ferð eg kom í samband við Hans Jacob Debes var, tá eg saman við tveimum øðrum var til eina spurnakapping í Útvarpinum í 1961 ella 62 Hann arbeiði tá sum útvarpsmaður, sum so ofta seinni í síni studentatíð. Tá var Hans Jacob Debes har longu sum ein annar professari, hann man tá hava gingið seinasta árið á studentaskúla. Um tað var hann sum hevði gjørt spurningarnar veit eg ikki, men tað tóktist okkum so. Tað er ikki fyrr enn í 1980-unum, at eg rættiliga eri komin at kenna hann,, serliga tá hann kom í starv á setrinum. Eisini upplivdi eg tað, at eg kom at fáa Hans Jacob Debes sum 1. opponent, tá eg vardi doktarritgerð mína Fra bonde til fisker við Aarhus Universitet í 1987. Eg var fegin um, at landsmaður mín greiddi setning sín so fyrimyndarliga: sera væl fyrireikaður, hevði tað vit og spei í orðakynstri sínum, sum skuldi til fyri at gera eina slíka løtu áhugaverda. Tað var ikki bert eg, sum varð mettur, men øll universitetsfólk vita, at tað er á ein hátt, eisini ein próvtøka í tí akademiska lívinum at vera 1. opponentur fyri fyrstu ferð. Hansara leiklutur var ikki minni góður, tá hann longu sama heyst eisini kom at verða opponentur hjá Petur Martin Rasmussen við Lunds Universitet í sambandi við at hann vardi ritgerð sína um kirkjumáli ella Den færøske sprogrejsning.
Tvey ár eftir at Hans Jacob Debes var komin í starv á setrinum, fekk eg eisini starv á sama stovni. Vit vóru, um eg so má siga tað, doyptir í sama vatni og tilnevndi til professarar við eitt hátíðarhald í Norðurlandahúsinum sama dag. Tá var Hans Jacob vararektari á setrinum. Fra 1995 var hann megindeildarleiðari, ella dekanur. Hans Jacob Debes legði eitt stórt og gott arbeiði í at fáa í lag hægri undirvísing í søgu í Føroyum og hansara arbeiði lá ikki eftir, hvørki undirvísingarliga ella granskingarliga. Eisini varð hann próvdómari við eitt nú Aarhus Universitet og Ilisimatusarfik ? Fróðskaparsetrið í Grønlandi. Hann var eisini ein av andmælingunum tá Jóannes Dalsgaard vardi sína doktararitgerð í Norðurlandahúsinum fyri nøkrum árum síðani. Hans Jacob Debes og eg komu at starvast saman, til eg fór til Noregs í 1998.
Umframt tað akademiska hevur Hans Jacob Debes fingið avrikað nógv annað á lívskeiði sínum. Hann hevur verið limur í nevndum og stýrum t.d. fyri Føroya Fólkaháskúla, Norðurlandahúsinum, Húsalánsgrunninum, har hann eisini var formaður. Hann var limur í Føroya Skúlastjórn seinni, Landsskúlaráðnum. Harumframt hevur hann eisini verið tinglimur. Kom á ting, tá Erlendur Patursson doyði í 1986 og hevði fast sæti á tingi til 1988. Sum tingmaður kom hann sjálvsagt at verða limur í fleiri tingnevndum, m.a var hann formaður í rættarnevndini. Tað varð eisini litið honum upp í hendi at verða formaður í teirri nevnd, sum kom við uppskoti til, hvussu ólavsøkuskrúðgongan skuldi fara fram.
Hans Jacob Debes var ein óvanliga arbeiðssamur maður og ein óvanliga gløgg og samansett menniskja. Hann brúkti seg sjálvan fult og heilt og spardi seg ikki á nakran hátt. Hann lat lívið koma til sín og fór eisini sjálvur eftir lívinum og tí sum tað ber við sær.
Ein av hansara góðu síðum var hansara sansur fyri humor og teimum skemtiligu síðunum í lívinum. Hann kundi, tá tað lagi var á honum duga so ómetaliga væl at siga frá søgum. Hann fekk tað skrúva saman og borið fram á ein so skemtiligan hátt, at tú kundi ikki siga annað enn at tað var meistarliga gjørt. Hann hevði sjálvspei og dugdi væl at siga skemtiligar søgur um seg sjálvan eisini. Tær løtur, tá tað lá væl á hjá honum, og hann fekk hug at siga frá, eru rík og góð minni hjá okkum øllum, sum starvaðust saman við honum. Nú er hann farin, men søgan og søgurnar eru eftir.
Ærað verið minnið um søgufrøðingin Hans Jacob Debes professara.
??????????????????
Jóan Pauli Joensen