Hans Jørgin: ÍF-arnir sleppa ikki í summarferiu (FM1)

(FM1) Hoyr Jákup Martin Joensen (EB/Streymur) og Hans Jørgin Djurhuus (ÍF) seta orð á málleysa javnleikin á Eiði

##med2##

EB/Streymur og ÍF fingu eitt stig í part aftaná málleysa javnleikin í Hólmanum á Eiði fyrr í dag. Samstundis tapti AB 0-3 móti Víkingi úti í Vika á Argjum. ÍF er tí eitt stig frammanfyri AB á oftasta plássi, og EB/Streymur heldur munin niður til ÍF, ið er trý stig.

Hvørgin venjarin, Jákup Martin Joensen hjá EB/Streymi ella Hans Jørgin Djurhuus hjá ÍF eru heilt nøgdir. Báðir høvdu vónað ein týdningarmiklan sigur. Báðir halda, at teirra menn høvdu málmøguleikar til at taka sigurin heim.

Hans Jørgin Djurhuus hevur givið hørð og kontant boð til hópin hjá ÍF um at avlýsa summarferiuna. Nú skal venjast hart alt summarið, so liðið er væl fyri til dystin móti Skála á útivølli sunnudagin 27. juli: - Eingin skal í feriu fyrrenn í november, slær Hans Jørgin Djurhuus fast.

Jákup Martin Joensen og hansara menn taka móti Skála komandi fríggjakvøld, har teir aftur ætla sær stig fyri at økja um frástøðuna til ÍF. 

Omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar, ið vóru við Jákup Martin Joensen og Hans Jørgin Djurhuus í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1.

(Hoyr samrøður við Jákup Martin Joensen og Hans Jørgin Djurhuus)