Hans Jørgen: Takk fyri meg

- Eg má spæla hvønn dyst, ella riggar tað ikki, sigur Hans Jørgen Djurhuus, sum nú gevst sum fótbóltsspælari

Eftir 346 bestaliðsdystir, 22 mál, 128 gul kort, 17 reyð kort og fleiri túsund taklingar, hevur 39 ára gamli Hans Jørgen Djurhuus lagt skógvarnar á hillina. Hann spældi sín seinasta dyst fyri Víking móti HJK Helsinki í Champions League fyrr í summar.

 

- Tá tú ert so gamal sum eg, so hevur tú ilt í kroppinum hvønn tann einasta dag. Tá tú vinnur og ert ein favorittur hjá Bagga, so bítur tú tað i teg, men tá tú ikki skalt spæla hvønn dyst, so riggar tað ikki. Eg eri soleiðis, at antin eri eg við, ella eri eg ikki við. Soleiðis eri eg innrættaður, sigur Hans Jørgen Djurhuus við In.fo í dag.

 

Hans Jørgen er hálvur nesmaður og hálvur søldfirðingur, men er uppvaksin í HB og hevur eisini spælt við AB og B71, áðrenn hann í 2005 skifti til GÍ, sum í 2008 legði saman við LÍF til Víking. Her hevur hann vunnið FM tvær ferðir, og hevur vunnið ikki færri enn seks løgmanssteyp, sum er met. Fimm við Víkingi og eitt við GÍ.

 

Hans Jørgen Djurhuus var í sínum ungu døgum ein framrættaður spælari, har hann serliga gjørdi um seg á vonginum. Við tíðini bleiv hann umskúlaður til ein verjukendan miðvallara, har hann eisini bleiv úttikin til landsliðið, men tað bleiv ikki til nakran landsdyst. 

 

Eftir 10 ár á besta liðnum hjá Víkingi, so skal Hans Jørgen Djurhuus nú til at brúka tíðina upp á okkurt annað. Tað verður tó ikki at ein trupulleiki, sigur havnarmaðurin, sum er búðsettur og giftur í Gøtu.

 

- Eg havi úr at gera við arbeiði. Eg havi eina fyritøku sum veksur í hvørjum, so tað fari eg at brúka mína orku til nú, sigur Hans Jørgen Djurhuus.

 

Víkingur skal í kvøld spæla móti Suðringum í Sarpugerði, men tað verður uttan stríðsmannin seinastu tíggju árini. Hann hevur spælt sín seinasta dyst.