Hans Jørgen er ikki millum teir fyrstu ellivu

07 Vestur hevur allar sínar menn tøkar íkvøld

Tvífalda meistaraliðið Víkingur er gestur á Dungasandi íkvøld.

Hjá Víkingi eru allir spælararnir tøkir. Miðvallarveteranurin og hjálparvenjarin Hans Jørgen Djurhuus er tøkur aftur, eftir at hann síðst var leikbannaður. Men Hans Jørgen er ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann er á Víkinga beinkinum.

 

Hjá 07 Vestur eru allir spælararnir tøkir. Martin Tausen er við aftur, eftir at hann síðst var burturstaddur. Hann er á 07 Vestur beinkinum saman við eitt nú Ásbjørn Heðinsson og Jóannis á Steig.

 

07 Vestur – Víkingur kl. 18.30

Dómari: Dagfinn Forná

07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Niels Mouritsen, Nikola Krcmarevic, Dann Fróðason, Tór-Ingar Akselsen – Gilli Samuelsen, Høgni Egilstoft Nielsen, Ndende Adama Guéye, Janus Svabo Samuelsen – Kyrylo Silich, Ken Fagerberg

Víkingur: Elias Rasmussen – Elias Lervig, Atli Gregersen, Adrian Cascaval, Hanus Jacobsen – Gunnar Vatnhamar, Heðin Hansen, Dennis Moreno, Sølvi Vatnhamar – Philip Djordjevic, Adeshina Lawal