Hans Jørgen: Dómarin kostaði ÍF trý stig (FM1)

(FM1) Annar av venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus leggur einki í um hann fær karantenu nakrar dystir, og leggur sær orðini sera bersøgið

##med2##

- Tað fúlasta av øllum er, at teir (NSÍ red.) skjóta bóltin út. Og hann (bólturin) er ein hálvan metur uttanfyri, og tað er innkast til okkum (ÍF), og dómarin velur at døma uppkast, og vil hava okkara spælarar vekk, og teir taka skjótt uppkast, bólturin innfyri og mál! Tað er ólukksáliga keðiligt, at leikararnir hava arbeitt so hart, og hava uppiborið minst eitt stig, at dómarin skal geva NSÍ trý stig, tað er øðiliga skuffandi. 

Hesi hørðu orðini eigur Hans Jørgen Djurhuus, annar av venjarunum hjá ÍF í samrøðu við FM1 aftaná tepra 2-3 ósigurin fyri NSÍ í Fløtugerði í Fuglafirði.

Hans Jørgen sigur bart út í samrøðuni, at hann leggur einki í um hann fær karentenu fyri harða og bersøgna úttalilsi: - Eg haldi ikki, at tað bilar, at dómararnir fáa at vita, at teir gera feilir. Tað ger einki, at dómarin fær at vita, at hann ger ein feil sum kostar okkum trý stig, sigur Hans Jørgen. 

Annars vil Hans Jørgen bara rósa sínum spælarum fyri gott avrik í tepra 2-3 ósigrinum fyri NSÍ. ÍF var á odda 1-0 í steðginum, men NSÍ hevði eitt gylt korter í seinna hálvleiki har teir vendu 0-1 til 3-1 áðrenn ÍF aftur svaraði aftur.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Hans Jørgen Djurhuus.

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen. 

(Hans Jørgen Djurhuus við lemjandi dómarakritikki)