Hans Jákup Michelsen 60 ár

Leygardagin 21. januar 2006 fyllir Hans Jákup Michelsen í Havn 60 ár.

Hans Jákup er havnarmaður, uppvaksin við Landavegin, har hann eisini býr og hevur sína egnu fyritøku.

Foreldrini eru Ása, f. Christiansen, og Helge Dahl Michelsen, sáli, vanliga nevndur Helge í Smæruni. Tey eru fimm systkin, Kirstin, sum býr í Danmark, Hans Jákup, Vagnur, Thorbjørn og Leivur, sum allir búgva í Havn.

Hans Jákup er útbúgvin radiomekanikari, lærdi hjá Olivur Næss við Hoydalsvegin. Longu sum lærlingur sást, at hann hevði sera góð evnir og gott handalag, og tí varð hann skjótt álitið á radiomerkstaðnum. Hann er tann, sum kennir mest til og veit mest um biltelefonir í Føroyum.

Hans Jákup arbeiddi hjá Olivur Næss til 1978, tá hann yvirtók umboðini fyri Storno telefonir og Blaupunkt bilradio, og byrjaði sína egnu fyritøku við handli og verkstaði.

Hann letur eitt nú telefonskipanir til tilbúgving og bjarging, sum t.d. í Vágatunlinum, og aftur nú sást hann gera uppmátingar í samband við Norðoyartunnilin.

Men Hans Jákup er annað enn bert arbeiði og fagligt dugnasemi. Fyri
Landavegin og alt umhvørvið har hevur hann verið ein savnandi og
mennandi kraft. Ein, sum altíð hevur hugsað um felagsskapin og gjørt
sítt til at halda lív í felagsskapinum. Hann hevur eisini bát og er limur í Bátafelagnum í Havn, er limur í Føroya Ellisakførum og eigur motorsúkklu og ein gamlan Ford Anglia, eisini er hann virkin limur í Kiwanis Tórshavn, har hann er kassameistari og hevur roknskapin. Hann er ein ógvuliga disiplineraður maður og gongur nógv túrar til fastar tíðir á degum.

Hans Jákup er giftur Gunhild, f. Simonsen, úr Havn. Tey eiga børnini: Helgi, sum býr í Havn, og Hildur, sum býr í Vestmanna. Gunhild eigur eisini sonin Hallur, sum býr í Danmark.

Tey, sum kenna Hans Jákup, vita, at tú altíð kanst stóla uppá hann. Hjá
honum er eitt orð eitt orð, ein maður ein maður. Hevur tú gjørt eina
avtalu við hann, so heldur hon. Og hann krevur eisini, at hini halda
orð. Hetta er bara ein av mongu góðu eginleikunum hjá honum, og sum
eisini hava gjørt sítt til, at onnur hava virðing fyri honum og hansara
dugnaskapi og fakligu professionalismu, og orsøk til, at hann hevur
klárað at bygt upp eina so solida fyritøku.