Hans J. Hermansen vent Sjálvstýrinum bakið

Hans Jacob Hermansen, sum í mong harrans ár hevur verið limur í Sjálvstýrisflokkinum, meldaði seg úr flokkinum eftir landsfundin við Gjógv í gjár

Í frágreiðing til miðlarnar skrivar hann soleiðis:

 

Í gjár tók eg ta tungu avgerð á ársfundinum við Gjógv at taka meg úr Sjálvstýrinum. Ætlaði ikki at gera so nógv burturúr og havi roynt at ávirka innanfloks, men tá ið alt kortini er lagt opið fyri almenninginum, tignin er burtur og lagt verður eftir okkum í Streymoyar Sjálvstýrisfelag, er helst hóskandi at gera vart við, at tað er ikki bara formaðurin, ið hevur gjørt vart við leiðsluháttin og politisku kósina í flokkinum. Tá ið samansvørjingar verða brúktar at beina fyri teimum, ið eru ikki samd við rikna politikkin, er ikki nógv, ein fær gjørt.

Viðfest eru 3 skriv, ið eg havi borið fram í flokkinum - tað fyrsta á Grækarismessu í fjør. Tað var frammi í fjølmiðlunum tá. Annað skrivið varð lisið upp á ársfundi Sjálvstýrisins í Klaksvík í fjør, og triðja skrivið varð lisið upp í gjár við Gjógv. Men til fánýris. So har gongur sjón fyri søgn, at fleiri hava verið ónøgd við leiðsluháttin.

Í løtuni havi eg tað sum pisan, ið geykurin skumpar úr politiska reiðrinum av einum, sum rennur sneisaørindi fyri leiðsluna. Eg havi ikki verið limur í øðrum politiskum flokki, men havi roynt at boða sosialliberalu politisku læruna samsvarandi stevnuskránni.Men tað er harmiligt at vera noyddur at rýma, tí politiskir flytifuglar taka ræðið.

Nógv er broytt, síðan eg av fyrstu tíð gjørdist limur í Sjálvstýrisflokkinum, men har vendist ikki aftur. Nógv kundi verið lagt afturat, men nóg mikið hesa ferð.

 

Virðingarmest,

 

Hans J. Hermansen, fyrrverandi nevndarlimur í Streymoyar Sjálvstýrisfelag, fyrrverandi limur í Sjálvstýrisflokkinum.

 

---

Tað er einki at dylja yvir, at sjógvurin hevur verið drabbutur kring Sjálvstýrisskútuna seinastu tíðina, og kanska hevur tað mest mint um uppreistur um borð, so hýrurin innanborða hevur verið so sum so.

Eg havi verið limur í Sjálvstýrisflokkinum í meira enn ein mansaldur, og eg gjørdist limur av fyrstan tíð, tí mín politiska sannføring sampakkar við stevnuskrá floksins, sosialliberalu hugsjónina.

Við hesari barlastini havi eg verið virkin í flokkinum og havt ymiskar ábyrgdaruppgávur í ymiskum nevndum, havi verið við til samgongusamráðingar og kent, at eg havi, við øllum lítillæti, havt ávirkan og verið hoyrdur av teimum, ið myndaðu flokkin tá.

Hesa kensluna havi eg ikki havt seinastu tíðina, tí tað, eg havi roynt at ført fram, er sópað til viks uttan, í mínum eygum, nakra sakliga grundgeving. Samskiftið millum leiðslu og lokalfeløg hevur verið millum lítið og einki.

Týðandi avgerðir fyri flokkin og fyri Føroya fólk eru, mær vitandi, tiknar av einum ella heilt fáum fólkum. Eitt dømi er seinasta løgtingsvalið, har floksleiðslan havnaði tilboðnum um at sleppa upp í samgonguna og fáa landsstýrissess, tí hon hevði ikki álit á ávísum persóni. Onkur onnur orsøk mátti verið til at havnað tilboðnum um at fara upp í samgonguna og ávirka innanífrá heldur enn at halda lív í einari samgongu, sum ein sigur seg vera so grundleggjandi ósamdan við.

Annað, ið eg havi ilt við at skilja, er, hvussu viðtøkur floksins verða fylgdar ella ikki. Uttan størri hóvasták broytti flokkurin navn, men tann viðgerðin samsvaraði ikki viðtøkunum. Men tá ið ein limur í Norðoya Sjálvstýrisfelag bað um at fáa ársfundin fluttan eina viku fyri at kunna møta á fundi, fekk viðkomandi at vita, at tað læt seg ikki gera sambært viðtøkunum.

Tað er eingin loyna, at eg var ein teirra, ið hevði einki ímóti, at Magni Laksafoss gjørdist limur í Streymoyar Sjálvstýrisfelagi, og eg samskifti eisini við hann um tað. Magni sjálvur hevur ikki søkt um limaskap í Streymoyar sjálvstýrisfelag. Men boð komu frá hægsta myndugleika, at Magni kundi ikki gerast limur í Sjálvstýri. Seinri er so komið fram, at orsøkin er, at hann er sambandsmaður.

Mær vitandi stendur í viðtøkum floksins, at tann, ið tekur undir við stevnu floksins, kann gerast limur í flokkinum. Og hyggja vit rundan um okkum, eru vit umgird av fólkum, sum hava traðkað sínar politisku barnaskógvar í øðrum flokkum: Forkvinnan í Norðoya Sjálvstýrisfelag, formaðurin í Sterymoyar Sjálvstýrisfelag, skrivari floksins hevur hevur eisini roynt onnur politisk beiti, men er komin heimaftur, og tann, ið stóð á odda fyri kvettroyndini móti Streymoyar Sjálvstýrisfelag 4 desembur í fjør, man vera einasti persónur í Føroyum, ja, kanska í allari verðini, sum hevur tað svart upp á hvítt við rættarúrskurði, at hann er tjóðveldismaður. Og hesi eru í mínum eygum vælkomin í flokkin – um tey góðtaka stevnuskránna. Men Magni Laksafoss er sambandsmaður (og hevur annars ikki søkt um at gerast limur).

Og um tað er satt, sum eg havi frætt, at sama mannagongd varð brúkt við limalista floksins sum grundarlagi at fella verandi landsnevndarformann, so minnir tað um mannagongdir í londum, sum vit helst vilja ikki vera samanborin við.

Nú eg nevndi kvettroynd, havi eg hug at gera vart við, at viðtøkur landsfelagsins og lokalfelaganna treingja til dagføring. Onnur politisk feløg uttan fyri Føroyar hava viðtøkur og strangar mannagongdir um upptøku, um karantenutíð, um hvar tú leggur tín atkvøðurætt (bara í einum lokalfelag) osfr. Tað áttu vit eisini at havt. So vistu fólk, hvat felag tey hoyra til, og hvar tey kunnu og eiga at gera sína ávirkan galdandi. Og so hoyrir tað ikki heima nakrastaðni, at fólk kunnu tekna seg sum lim á Facebook, gjalda limaskap, møta upp á fundi og atkvøða, uttan at nøkur umsókn er send lokalfelagnum og viðgjørd har.

Sjálvstýri nørist norðanfyri, og tað er at fegnast um. Men sunnan fyri Streymin og Sundalagið sær illa út, 2 feløg í Streymoynni fusioneraðu til eitt, og í Vágum, í Sandoynni og í Suðuroynni er einki felag. Tað er harmiligt, og tað man hava sína orsøk.

Tað seinasta, ið skelkaði meg og onnur í flokkinum við, var tá ið tíðindini bórust um, at Sjálvstýri møtti ikki upp til pallborðsfund, har flokkurin var boðin við, men gav ikki geva avboð. Tað hevur flokkurin ikki ráð til, tað hoyrir ongastaðni heima, tað hendir ikki í einum væl skipaðum flokki, og tí hevur leiðslan einsamøll ábyrgdina av.

Tað skulu sum kunnugt vanliga minst tvey til at klandrast, men tað er ofta nóg mikið við einum dugnaligum persóni at reka saman og at finna semjur. Tað, vóni eg, fer at eyðnast, nú val stendur fyri framman. Enn er lítið frætt um uppstilling í flokkinum, men vónandi fara øll at leggja doyðin í at finna valevni og politisk evni, ið flokkurin kann fara til val uppá og fáa álit aftur millum manna við skilagóðum og ábyrgdarfullum politikki.

 

-------------

 

Undrunarvert og ovboðið!

Tað undraði ikki sørt at hoyra formann floksins alment boða frá, at Sjálvstýrið hevði fingið tilboð um møguliga at fara upp í sitandi samgongu, men tók ikki av.

Tað, sum undrar, er, at eg sum nevndarlimur í Streymoyar Sjálvstýrisfelag als ikki havi frætt nakað sum helst um hetta, tí mær vitandi hava vit í Suðurstreymoy einki ímóti at taka upp samráðingar um samgongu, um vit kunnu vinna nakað við tí, tvørturímóti!

Sjálvstýrið er so illa fyri í Suðurstreymoy, at her er mestsum øskukalt. Og okkara fólkavaldu tykjast ikki vilja gera nakað sum helst fyri at bøta um tað.

Tað er lítið hugaligt at royna at reka fyri flokkin, tá ið øll orka fer til at taða í Eysturoynni og í Norðuroyggjum. Hetta er hóast alt ein politiskur flokkur, ið bjóðar seg fram kring landið alt.

Ein møguleiki hevði verið at roynt at fingið eitt dugnaligt landsstýrisumboð úr meginøkinum, um ikki annað,so fyri at royna at kveikja tær sjálvstýrisglóðir, ið enn ana her, og kanska fáa nakrar afturat..

Eitt annað, ið er uppaftur verri, er, at løgtingsumboð floksins treyðugt lata  varafólki løgtingssessin – av fullkomiliga ópolitiskum og ófatiligum ávum.

Eg umhugsi álvarsliga mín limaskap í einasta politiska flokki, eg havi verið limur í í meira enn ein mansaldur.  Skal flokkinum vera lív lagað, og skal hann hava nakra framtíð á jøvnum føti við aðrar politiskar flokkar, má leggjast á annan bógv, ongantíð ov skjótt. Samband við sitandi samgongu eigur at vera tikið upp beinanvegin, um tað veruliga er soleiðis, sum formaður floksins greiddi frá í farnu viku. Annars vænti eg, at elsti politiski flokkur í landinum fer skjótt at syngja sín svanasong.

Hans J. Hermansen,

Nevndarlimur í Streymoyar Sjálvstýrisfelag

------

 

Sum limur í Sjálvstýrisflokkinum í eitt mannaminni loyvi eg mær í kvøld at seta leiðsu floksins nakrar spurningar, nú kallað er saman at fyrireika komandi løgtingsval, ið nærkast í hvørjum og kann vera hvørja løtu, nú politiski vígvøllurin liggur víðopin, politikkurin er sum best ber til, og politikkarar rekast sum tongul í brimi.

Eg má siga, at gongdin og tað, ið farið er fram seinastu árini, harmar meg. Eftir at hava verið limur í einum flokki, sum hevur havt tríggjar løgtingslimir, havt fleiri landstýrisumboð, havt valfeløg í hvørjum - táverandi - valdømi, skal eg nú royna at stuðla einum flokki, ið er tóðnaður niður í 2 løgtingslimir, einki landsstýrisumboð, trimum valfeløgum umframt ungmannafelagi og sambært veljarakanningum kanska fær eitt umboð á ting, um væl vil til. Tað er grátiligt, um so skuldi verið, at hesin flokkurin verður útihýstur frá Føroya Løgtingi orsakað av ivasomum politikki og vantandi umsitingarligari orku umframt , í mínum eygum, undrunarverdum politiskum avgerðum.

Hetta sigi eg, tí tað er so mangt, ið eg havi ilt við at skilja. Tað undrar ikki sørt, at floksleiðslan tók ikki av tilboðnum um landsstýrissess, tá ið tað stóð flokkinum í boði eftir seinasta løgtingsval og so aftur fyri stuttari tíð síðan, men samstundis stígur fram alment og játtar samgonguni mestsum treytaleysan stuðul við førda politikkinum. Hetta hevði og havi eg ilt við at skilja, tí eg ivist ikki í, at ein ávirkar meira við at sita við borðið, har avgerðir verða tiknar, heldur enn at sita uttanfyri og hyggja at.

Veljarar í Suðurstreymoy, ið er nógv tað størsta valstaðið í landinum, undrast somuleiðis á politisku kósina, flokkurin hevur lagt. Eisini harmar og undrar tað, at so lítið uppbyggjandi og politiskt stimbrandi samskifti hevur verið frá leiðslu floksins við Streymoyar Sjálvstýrisfelag, og at vit hava fingið so lítið at vita um, hvat hendi flokspolitiskt, og hvørjar politiskar ætlanir og politisk hjartamál, flokkurin ætlar at leggja dent á til komandi løgtingsval. Somuleiðis sakni eg at fáa fleiri ung upp í flokkin. Gamaní hava vit havt onkran góðan fund, t. d. í Skálavík, men tað skuldu verið nógv fleiri tílíkir fundir.

Flokkurin er lítil og viðkvæmur, hann er svunnin mestsum burtur í einki vestan fyri Sundalagið og suðureftir, og tað tykist, sum at leiðsla floksins hevur ikki yvirskot til at røkja tær náttúrligu og neyðugu uppgávur, um vit vilja hava eitt gott og upplýsandi samskifti fyri at reisa flokkin aftur.

Tað inniber, at floksleiðslan má og eigur at skipast øðrvísi, so at orka verður til at taka sær av øllum neyðugum uppgávum. Tað er t. d. væl skiljandi og ov nógv at vænta av fólki, at persónur, ið bæði røkir borgarstjóra- og løgtingsstarv, eisini skal hava orku til at røkja krevjandi leiðsluuppgávur floksins. Vanligt er í flestu felagsskapum, at formaður saman við leiðslu floksins gongur undan at seta út í kortið, hvør kósin skal vera, og hvat onnur skulu gera, fyri at skipa og samskipa allar neyðugar uppgávur og ætlanir.

At enda havi eg hug at skoyta uppí, at tað fer at harma meg almikið, um eg skal uppliva, at flokkurin sleppur ikki inn um løgtingsins gátt á næsta vali, og elsti politiski flokkurin hvørvur av politiska vígvøllinum. Tí má leiðsla floksins koma við uppbyggjandi loysnum og neyðugum broytingum fyri at bjarga flokkinum, nú hann stendur fyri hóttafalli. Vónandi fer at bera til at bjarga flokkinum, men so má annað skinn takast um bak. Tá mugu vit fara undir uppbyggjandi landspolitikk, ið fevnir um øll politisk málsøki og evni.

Tí havi eg nakrar spurningar til leiðslu floksins, fyrst afturlítandi:

1.         Var tað ein samd floksleiðsla, ið havnaði tilboðnum um landsstýrissess eftir seinasta løgtingsval?

2.         Var tað ein samd floksleiðsla, ið havnaði tilboðnum um landsstýrissess fyrr í ár?

3.         Hví havnaði formaðurin ella floksleiðslan tilboðnum um landsstýrissessin, okkum stóð í boði?

4.         Hevði flokkurin ikki kunnað ávirkað meira í samgongu heldur enn uttanfyri?

Síðan frameftirlítandi:

5.         Hvat ætlar leiðslan at gera fyri at styrkja flokkin í meginøkinum og kring landið annars?

6.         Hvussu ætlar leiðslan at styrkja flokkin, har eingi feløg eru at umboða flokkin?

7.         Hvussu ætlar leiðslan at menna ungdómsarbeiðið kring landið?

8.         Hvørjum hjartamálum ætlar flokkurin at borðreiða við sum brellbitum fyri at skapa áhuga fyri politisku kós floksins?

9.         Og at enda: Umhugsar ella hevur floksleiðslan umhugsað at seta fólk úr meginøkinum út í Tinganes, um okkum stendur í boði at koma í samgongu? Um nei: Hví?

Tøkk fyri, og góðan fund.

Hans J. Hermansen, nevndarlimur í Streymoyar Sjálvstýrisfelag.