Hans Jóhann Sørensen verður borgarstjóri í Kvívík

Bert Jóhanna Vang varð afturvald í bygdaráðið

Johanna Vang var einasti bygdaráðslimur í Kvívíkar kommunu, ið varð afturvaldur, nú kommunuval var týsdagin í vikuni.

Sjey fólk manna bygdaráðið í Kvívíkar kommunu, og tað er bert Johanna Vang, ið verður aftur at síggja, tá nýggja býráðið tekur við eftir nýggjár.

Fimm bygdaráðslimir, teirra millum Heri Müller, bygdarráðsformaður, stillaðu ikki upp aftur hesaferð, meðan seinasti bygdarráðslimurin, Petra Iversen, gjørdist ov stutt á lista B við 19 atkvøðum. Framman fyri Petru Iversen á listanum gjørdist Nelly Haakunardóttir Debes við 29 atkvøðum.

Í nýggja bygdaráðnum í Kvívík eru:

 

1. A      Hans Jóhann Sørensen

2. A      Frank Müller

3. B      Nelly Haakunardóttir Debes

4. A      Oluf Müller

5. A      Michael Shemesh

6. A      Marjun Danielsen

7. A      Jóhanna Vang

 

Nývalda bygdaráðið í Kvívíkar kommunu hevur longu skipað seg, at Hans Jóhann Sørensen verður borgarstjóri, meðan Frank Müller verður varaborgarstjóri.