Hans gevur venjaranum høvuðbrýggj

Oddbjørn Joensen gevur eykamálverjanum kjansin í steypadystinum sunnudagin, og Hans Jørgensen sigur seg hava tol, inntil hann før møguleikan

Er tað rímuligt, at ein tann besti málverjin í land­inum ikki sleppur framat í bestu deildini, og at málverji, sum fyri stutt­um var á venjingar­legu við lands­liðnum, spælir í næstbestu deildini. Tað er aktuellur spurningur, nú Hans Jørgensen, sum var við lands­liðnum á venjingarlegu í Thailandi fyrr í ár, vísti sann­førandi avrik í EB/Streyma málinum ímóti KÍ miku­kvøldið, og í gjárkvøldið aftur fór at kappast við Teit M. Gestsson, sum Oddbjørn Joensen heldur vera best skikk­aða mannin at verja HB málið.
– Eg haldi, at tað gekk væl, og eg vóni, at avrikið hjá mær í EB/Streyma málinum ger, at tað verður torførari hjá venj­ar­a­num at halda meg burtur úr málinum hjá HB. Teitur og eg samstarva væl, og vit fáa nógv burturúr at venja saman. Sjálvandi vilja vit báðir verja málið á besta lið­num, men vit virða av­gerð­ina, sum venjarin tekur. Eg vóni, at hann fer at geva mær møguleikan á Sandi sunnu­dagin, sigur 22 ára gamli Hans Jørgensen.
HB venjarin Oddbjørn Joensen var í Klaksvík miku­kvøldið. Hann sá Hans Jørgensen vísa sannførandi mál­verju­spæl:
– Eg havi áður sagt, at vit hava tveir javnt góðar mál­verj­ar, og at vit hava valt Teit framum Hans, tí Teitur í fjør spældi saman við verj­uni, sum vit framvegis hava. Í EB/Streyma málinum miku­kvøldið vísti Hans, at tað ikki órógvaði avrikið hjá honum, at hann spældi saman við nýggjari verju. Hann var góður á strikuni, hann var sann­førandi í luftspælinum, og hann var eminentur í at spæla bóltin skjótt og væl frá sær, heldur HB venjarin.
Tað vil siga, at kappingin um plássið í HB málinum er vorðin uppaftur tættari?
– Hon hevur alla tíðina verið tøtt. Vit hava tosað við málverjarnar um, at tá ið teir eru so javnt góðir, so mugu báðir fáa møguleikan á besta liðnum. Ætlanin hevur verið, at Hans skal spæla, og hann verður í málinum, tá ið vit sunnudagin fara til Sands at spæla í kappingini um løg­mans­steypið.
Oddbjørn Joensen sigur, at EB/Streymur heitti á HB um at fáa loyvi at leiga Hans í 5-6 dystir.
– Tað hildu vit ikki bar til, tá ið vit bara hava tríggj­ar málverjar til tvey lið. Vit høvdu einki ímóti at hann fekk møguleikan miku­kvøld­ið, og tá ið hann er so stinnur, sum hann vísti seg at vera, so eiga vit eisini at geva honum møguleikan hjá okkum. Fyri venjingarnar hevur tað nógv at siga, at vit hava tveir góðar málverjar, og vit fara at halda báðum til, sigur Oddbjørn Joensen.
HB eigur næstan eins nógvar finalusigrar í steypa­kapp­ingini sum øll hini feløg­ini tilsaman. Seinnu árini hev­ur tað tó ikki hilnast eins væl. HB hevur ikki vunnið steypa­kappingina síðani í 2004.