Hans gevst í HB

Sterki verjuleikarin flytir til Danmarkar í næstum, og verður tí ikki við á HB-liðnum komandi kappingarár

Fótbóltur

Eftir øllum at døma verða føroyameistararnir úr HB noyddir at finna sær styrk í verjupartinum til komandi kappingarár. Eitt av tryggastu verjuálitunum seinastu árini hevur uttan iva verið Hans á Lag. Ein leikari, sum kanska fyrst og fremst hevur verið nýttur í miðverjuni, men sum í fjør sýndi sera góð evnir sum álopssinnaður bakkur.
Komandi ár noyðist HB tó at vera hesi evni fyriuttan, tí Hans verður ikki við á liðnum, sum nú skal royna at endurvinna gullmerkið frá í fjør.
- Tað er so í løtuni, at eg eftir øllum at døma flyti til Danmarkar, og tá so er, so fái eg sjálvandi ikki spælt við HB, sigur Hans sjálvur, tá vit royna at fregnast, um avgerðina.
- Akkurát, hvussu verður við fótbóltinum eftir hetta, dugi eg slettis ikki at siga, men eg skal tó ikki útiloka nakað.
Umframt at Hans á Lag nú gevst, valdar í løtuni eisini óvissa um, hvørt Jóhannis Joensen fer at halda fram í felagnum. Sáttmálin hjá honum rennur út í ár, og sum skilst er enn ikki tikin endalig støða til, hvørt hesin verður longdur, og hartil kemur so eisini, at Jan Dam eftir gullmerkið í fjør segði, at hetta eftir øllum at døma fór at vera hansara seinasta av slagnum. Við størri og minni ivamálum um tríggjar somikið týdningarmiklar leikarar er lítið at ivast í, at leiðslan í HB umhugsar at styrkja sær verjupartin, og so er spurningurin bara, hvørt hetta verður gjørt við leikarum úr egnum røðum, ella um talan verður um styrk uttanífrá.