Tað eru nakrir fáir mánaðir síðan, at føroyski vakurleikaserfrøðingurin, Hans Fróði Hansen, pakkaði sína tilveru í Føroyum saman og flutti til Los Angeles fyri at royna at skapa møguleikar fyri at lansera sína linju av vørum til vakurleikarøkt. Men longu nú gongur somikið væl hjá Hans Fróða, at hann stendur í eini støðu, har hann skal velja og vraka millum tilboðini frá sjónvarps- og filmsídnaðinum.
- Tað hevur gingið ótrúliga skjótt her yviri, assistenturin hjá mær sigur, at hon ongantíð hevur sæð nakað líknandi, og hon hevur arbeitt í Los Angeles í 15 ár, sigur Hans Fróði í telefonini úr Florida, har hann vitjar konuna Lailu, ið eisini hevur eina væleydnaða yrkisleið sum songkvinna hjá The Revival Ministries. Assistenturin hjá Hans Fróða segði starvið sum assistentur hjá Paulu Abdul frá sær fyri at arbeiða við Hans Fróða.
Stórar avgerðir
- Eg siti í løtuni og hugsi um, hvat eg skal gera. Eg havi fleiri tilboð, og má taka støðu til, hvat er best fyri Mr. Kay Kay linjuna, greiðir Hans Fróði frá. Tað eru stórar avgerðir, ið Hans Fróði skal taka. Hann hevur fingið tilboð um ein stóran leiklut í einum filmi, hevur fingið boðið ikki færri enn tvær veruleikasjónvarpsrøðir, og hann skal snolla eitt av demokratisku valevnunum til amerikanska forsetavalið.
Líka síðan Hans Fróði fór til USA, hevur hann skapt nýggj sambond. Herfyri bóru vit tíðindini um, at Hans Fróði hevði fingið samband við Pamelu Anderson. Men hon er ikki einasta kenda fólkið, ið Hans Fróði er komin í samband við. Nýliga hevur hann fingið amerikanskan manegara ella umboðskonu, og hendan hevur latið fleiri dyr upp fyri Hans Fróða.
Spæla fótbóltsleikari
- Louise er manegeri hjá fleiri av teimum úr Spice Girls, og hon kendi mína søgu gjøgnum mín PR person Saruh, og hon fall fyri søguni. Hon bjóðaði mær tí at vera manegari hjá mær. Eg fann seinni útav, at hon er gift við Michael Greenburg, ið er sjónvarpsprodusari. Hann er í løtuni í ferð við at skriva ein film um eitt fótbóltslið, ið varð tikið av týskarum undir krígnum, og hann vil gjarna hava meg at spæla ein stóran leiklut í filminum, greiðir fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin frá.
- Eg segði honum, at eg ikki hevði sjónleikararoyndir, men hann segði, at nú hevði hann sæð meg saman við fólki, og tað var nóg mikið til, at hann visti, at eg kundi spæla leiklutin, sigur Hans Fróði.
Michael Greenburg var giftur við Sharon Stone. Hann hevur fleiri sjónvarpsrøðir, ið hann framleiðir og hevur bjóðað Hans Fróða møguleikan at brúka Mr. Kay Kay vørur til vakurleikarøkt í hesum sjónvarpsrøðum, sonevnd product placement.
Salongin hjá Hans Fróða
Hans Fróði hevur somuleiðis fingið boðið at vera ein av tveimum høvuðsmonnum í eini nýggjari veruleikasjónvarpsrøð, ið á onkran hátt minnir um Blow Out, har hárfríðkarin Jonathan Antin verður fylgdur av einum sjónvarpsliði í arbeiðinum við at seta á stovn eina hárfríðkanarstovu í Beverly Hills. Men hetta er ikki einasta tilboðið um veruleikasjónvarp, ið Hans Fróði hevur fingið. Sunnudagin var hann boðin til døgurða hjá presidentinum í Paramount Entertainment.
- Har hitti eg Sheilu, ið hevur produserað nógv veruleikasjónvarp, eitt nú Paradise Island, Survivor, Bachelor og Bacheloret. Hon var áhugað í at gera eitt nýtt veruleikasjónvarpskonsept til mín, sigur Hans Fróði.
Snollar forsetavalevni
Til sama døgurða var guvernørurin í New Mexico, Bill Richardson. Bill er eitt av teimum fimm valevnunum hjá demokratunum til starvið sum forseti í USA. Richardson hevur starvast tætt saman við Bill Clinton, og tað er als ikki óhugsandi, at Richardson kann gerast varaforseti, um Hilary Clinton vinnur valið. Hans Fróði hevur fingið tilboðið at snolla Richardson og hjálpa honum við at skapa rætta lookið til valstríðið.
Tikin á bóli
Hans Fróði hevur sostatt nógvar spennandi verkætlanir, ið eru opnar fyri honum, men hann dylur ikki fyri, at hann er tikin eitt sindur á bóli, av hvussu væl alt hevur gingið.
- Eg visti, at tað fór at ganga væl, men at tað skuldi ganga so skjott, kann eg bert fegnast um. Eg trugvi, at um tú hevur rætta áræðið, so kanst tú koma langt - eisini í Los Angeles, sigur Hans Fróði.
Hann sigur, at arbeiðið at fáa gongd á Mr. Kay Kay linjuna gongur væl, og at fleiri stór bløð liggja framvið at skriva um Hans Fróða og hansara vørur til vakurleikarøkt.
Hann skal í næstum taka støðu til, hvønn veg hann ætlar at fara innan films- og sjónvarpsverðina.
- Alt hetta, sum er við at henda nú, fær eina ótruliga positiva ávirkan á okkara produktir og tað er bert at fegnast um, sigur Hans Frodi at enda.