Hóast hann lá nógv fremstur, tá ein vika var eftir at atkvøða í, gjørdist Hans Fróði Hansen ikki ?Årets Væksteventyrer? í Danmark hesaferð. Í gjár gjørdist greitt, at leirvíkingurin, Hans Fróði Hansen, sum var innstillaður til eina íverksetaravirðisløn í Danmark, endaði á einum øðrum plássi við kreminum ?Below Your Belt?. Tann, sum undrunarvert vann kappingina og soleiðis yvirhálaði Hans Fróða, var ein, ið selir smykkur á netinum.
Talan var um tiltakið ?IVÆKSTprisen?, sum hevur til endamáls at heiða tað, sum danir rópa ?den gode histories fascinations- og inspirationskraft?.
Tann, sum endaði ovast, tá atkvøðugreiðslan var liðug, fekk heiðurin sum ?Årets væksteventyrer?.
Meðan almenningurin kundi fylgja atkvøðugreiðsluni, lá Hans Fróði Hansen á odda í kappingini um heiðursplássið - langt frammanfyri avbjóðaran á øðrum plássi.
Tvær tær seinastu vikurnar, áðrenn lesarar ikki kundu fylgja við meiri, lá hann framvegis fremstur við umleið 11-12%.
Sjálvur sigur Hans Fróði Hansen, at mong undraðu seg yvir, hvussu vinnarin kundi hála seg inn á hann við umleið 12% seinastu vikuna, tá broytingarnar annars vóru sera smáar tær báðar seinastu vikurnar, meðan fólk enn kundu fylgja við atkvøðugreiðsluni.
- Onkur spurdi, tá vinnarin varð kosin, hvussu stórur prosentmunurin var, tá samanum kom, men tað vildu fyrireikararnir ikki siga, sigur Hans Fróði.
Leirvíkingurin er tó ikki vónsvikin og heldur fyri, at bara tað at vera innstillaður til slíkan heiður er stórt.
- At tú so eisini fær navnið hjá tær og vøruna, tú arbeiðir við, fram, er jú bæði góð og bílig reklama, sigur ein annars væl nøgdur, Hans Fróði Hansen.











