Hans Eli er klárur til Montenegro

Hans Eli er komin upp í hópin í morgun

Tá ið tað gjørdist greitt at Peter Krogh ikki kundi spæla dystin móti Montenegro var upplagda loysnin at kalla Hans Eli Sigurbjørnsson inn afturat landsliðshópinum.

Kollfirðingurin fekk tí mánakvøldið at vita at hann skuldi gera seg til reiðar at fara avstað týsdagin, men tað bar ikki til at ferðast saman við restini av hópinum.

 

Tí skuldi hann á eina drúgva ferð, har flogið var til Danmarkar, til Berlin, til Vien, til Beograd og at enda til Podgorisa í Montenegro.

Tá ið Hans Eli Sigurbjørnsson fekk boðini var hann kortini ikki í iva um at hann vildi avstað sum skjótast, og fór gleðiliga undir ferðina.

 

Leikarin sjálvur sigur seg tó ikki kenna seg troyttan eftir longu ferðina, og vísir á at hann hevur sovið væl í Beograd í nátt, áðrenn hann kom til gistingarhúsið í Podgorisa í morgun.

 

-Eg kenni meg 100 prosent til reiðar, sigur Hans Eli Sigurbjørnsson, ið kortini harmast um at hann ikki fekk vant við liðnum í gjár.

 

Hans Eli Sigurbjørnsson og Føroyar spæla móti Montenegro klokkan 16.30 føroyska tíð. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.