Hans Eli er havnarmaður, sonur Edith, f. Jacobsen, úr Vestmanna, og Paula Dahl úr Havn. Hans Eli er giftur við Birnu, f. Jensen, úr Froðba.
Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1967 og var lærari í Sørvági frá 1967-71, og í Tórshavnar Kommunuskúla skúlaárið 1971-72.
Umframt sína læraraútbúgving hevur hann útbúgving sum tali- og hoyrilærari. Í 1984 varð Hans Eli settur sum lesiráðgevi á Landsskúlafyrisitingini, og eftir at ráðgevingin í 1991 flutti á Skúlan á Trøðni, varð starvið umskipað til pedagogiskan ráðgeva. Hans Eli var stjóri á Sernámsdeplinum frá 2003 til 2008, tá hann gavst har.