Hans Egil Joensen tveir nýggjar bilar

- Vit hava keypt ein nýggjan Volvo til koyring við laksaslógvi, og í februar kemur ein nýggjur kranabilur, sigur Trygvi K. Joensen hjá Hans Egili Joensen & Synum.

 

- Vit hava keypt ein nýggjan Volvo til koyring við laksaslógvi, og í februar kemur ein nýggjur kranabilur, sum røkkur serliga langt út við grabbanum.

 

Tað sigur Trygvi K. Joensen hjá Hans Egili Joensen & Synum. Fyritøkan, Hans Egil Joensen & Synir á Eiði, sum hevur røtur heilt aftur til 1959, er ein flutningsfyritøka, sum ikki stendur í stað, men sum mennist alla tíðina.

 

Hóast fyritøkan í dag hevur umleið 10 størri og smærri krana-og flutningsbilar undir sínum hatti, harav Risin er hin størsti kranabilurin, endurnýggjar fyritøkan seg leypandi.

 

- Í okkara fyritøku hava vit eitt sindur av hvørjum. Vit hava kranabilar, tangabilar, og vit hava bilar, sum vit brúka í okkara entreprenørvirksemi, umframt gravmaskinur.

 

Hann vísir á, at fyritøkan nú um dagarnar hevur fingið ein nýggjan Volvo FH13 á 540 HK, sum skal brúkast til flutning av laksaslógvi fyri føroyskar alifyritøkur.

 

- Bilurin hevur eina vanliga skipan við skiftilast. Spælið, sum dregur tangarnar upp á skiftilastina, dregur 32 tons. Alt er nýtt á hesum bilinum.

 

Hans Egil Joensen & Synir hava at kalla hvønn dag flutning við laksaslógvi fyri alifyritøkur, og hesin flutningur er kring um alt landið og endar á Salmon Proteins á Eiði. Fyritøkan koyrir eisini laks til virkingar fyri alifyritøkur.

 

- Ein bilur, sum dagliga koyrir slíkan flutning, skal bara rigga, og koyrt verður einar 100.000 kilometrar um árið. Vit hava brúkt Volvo FH16 til henda flutning, og nú ynsktu vit okkum ein nýggjan bil.

 

Hann vísir á, at hóast nýggi bilurin hevur 100 HK minni motor enn hin gamli, trekkir hann nakað tað sama sum hin gamli, men nýggi bilurin verður meira økonomiskur, tá ræður um oljunýtslu.

 

Trygvi K. Joensen sigur, at í februar fær fyritøkan enn ein nýggjan bil, og hesaferð verður tað ein kranabilur.

 

- Nýggi bilurin hevur ein 65 tm krana, og hann kemur inn fyri ein við 41 tm krana. Tað, sum verður serstakt við nýggja bilinum, er, at hann kann fara langt út at grabba, sigur hann.