Oddamaðurin í The Dreams, Hans Edward Andreasen, er partur av nýggjum tónleikabólki, sum tríggir vinmenn hansara og hann hava gjørt. Í tíðindaskrivi greiðir bólkurin frá, at teir spæla melodiøsan og sveimandi lofthavs rokk við einum ísletti av "electro-poppi".
- Vit hava brúkt nógva tíð upp á at gera tað so episkt og so kempi stórt yvirhøvur møguligt, sigur Edmund í Garði í youtube-broti um tónleikin hjá bólkinum.
Allir limirnir í bólkinum búgva í Danmark, og av tí sama er evnið, teir ofta viðgera, føroyska samfelagið, sum teir síggja við útisetabrillum.
Bólkurin hevur fingið heitið Glóð, og umframt Hans Edward og gittarleikaran Edmund í Garði, telur Glóð eisini bassleikaran Jan Mýra og trummusláaran Rúna Mouritsen.
Higartil hevur almenningurin hoyrt millum lítið og einki til bólkin, sum byrjaði í 2009. Nú hava teir so lagt ein sonevndan brellbita á youtube, í samband við at teir skjótt fara í studio at spæla fløgu inn, sum ætlandi kemur út einaferð í seinnu helvt av 2011.
Niðanfyri sæst brellbitin av Glóð, sum liggur á youtube.com, har Hans Edward Andreasen millum annað sigur soleiðis um orsøkina til, at hann er við at manna Glóð:
- Í nøkur ár havi eg havt tað soleiðis, at eg havi havt eina ordiliga trongd til at gera føroyskan tónleik.