Hans Blåsvær stillar upp fyri Sjálvstýrisflokkin

Stigtakarin til mótimælið móti Sandoyartunlinum, Hans Blåsvær, stillar upp fyri Sjávlstýrisflokkin til løgtingsvalið.

Herferðin móti Bjarna Askham Bjarnason er ein av orsøkunum til, at hann hevur valt at fara upp í politikk – og Sjálvstýrisflokkin velur hann, tí hann sum tann einasti var í móti Sandoyartunlinum.

- Eg havi ikki verið virkin í politikki, og eg kom upp á listan hjá Sjálvstýrisflokkinum í Suðurstreymoy eftir at listin var liðugur, sigur Hans Blåsvær.

Hann hevur tikið avgerðina m. a. út frá tí, at fólk skulu hava loyvi at siga sína meining uttan at verða forfylgd, soleiðis sum hann heldur, at Bjarni Askham Bjarnason bleiv, eftir at hann sum tann fyrsti skrivaði undir mótmælið móti Sandoyartunlinum.

- Eftir at hasi tíðindini bórust, steðgaðu undirskrivtirnar fullkomiliga upp, sigur Hans Blåsvær.

Tá tað kom fram, at Bjarni Askham Bjarnason sum tann fyrsti eftir Hans Blåsvær skrivaði undir mótmælið mánadagin, høvdu umleið 2200 fólk skrivað undir síðani 5. desember. Higartil hava 2495 fólk skrivað undir, so áhugin fyri at skriva undir er minkaður.

- Eg kann als ikki góðtaka raðfestingarnar, sum nú eru gjørdar, og Sjálvstýriflokkurin var tann einasti, sum var ímóti Sandoyartunlinum, sigur hann.

Hans Blåsvær sigur, at hann vil, at skil kemur í fíggjarliga, og tað heldur hann, at Sjálvstýrisflokkurin er einasti garantur fyri.