Í hesum døgum er danski prædikumaðurin Hans Berntsen í Føroyum. Hann hevur verið í Føroyum fleiri ferðir tey seinastu 30 árini, her hann hevur hildið grøðingarmøti kring landið - og nú er hann afturkomin.
Nógvir føroyingar hava gjøgnum árini møtt upp til møtini hjá Hans Berntsen við vónini um at blíva grøddir fyri pínu, sjúku ella annað, og afturmeldingarnar eru ymiskar. Summi siga seg vera blivin grødd, meðan onnur ikki føldu nakran mun. Í hesum sambandi hava grøðingarmøtini við Hans Bertnsen veruliga skapt kjak millum manna.
Hans Berntsen er samkomuleiðari í evangelisku missiónsrørsluni, Mission Danmark, og hevur eisini javnan grøðingarmøti í Danmark.
Grøðingarprædikanturin kom til Føroya týsdagin, og tá hevði hann møti í Østrøm í Havn. Í gjár gekk leiðin til Suðuroyar, har hann hevði møti í Fylking á Tvøroyri. Um vikuskiftið vera grøðingarmøti í Libanon í Sørvági, Missionshúsinum í Kollafirði og Missionshúsinum í Skála.










