Hans á Bakka er ársins nýhugsan

Tað gjørdist føroyski alirisin Bakkafrost, ið fekk handað heiðurin fyri ársins nýhugsan. Fyritøkan fekk handað heiðurin fyri nýggja brunnbátin Hans á Bakka.


Í grundgevingini fyri heiðurslønina varð sagt, at fyritøkan fær heiðurin tí at báturin megnar at taka eina stóra mongd av laksi umborð á bátin og viðgera hann móti laksalús við at brúka feskvatn.


Heiðurin varð handaðar í samband við ársins Íverksetanardag, ið verður hildin í Öström.


Meira um viðurkenningina kemur seinni.