Hans Arne Nielsen 70 ár

29. juni fylti Hans Arne Nielsen í Sandavági 70 ár.

Hans Arne er føddur og uppvaksin í Sandavági, sonur Jóhannu, f. Simonsen, og Thor Nielsen, skipara, bæði úr Sandavági. Sum 15 ára gamal fór hann í læru sum elektrikari hjá Sigird av Reyni í Havn. Eftir at hava lært í hálvtannað ár hjá Sigird, lærdi hann seg lidnan hjá systkinabarninum Christian Nilsen maskinmeistara í Sandavági. Í september 1952 fór hann til Danmarkar at taka sveinaroyndina og tók prógv sum el-innleggjarai 6. juni 1953.
Eftir tað kom Hans Arne heim aftur til Føroyar og fór at arbeiða hjá Christian Nielsen í Sandavági sum el-innleggjari. Har arbeiddi hann til 1956, tá hann yvirtók virkið hjá Christiani Nielsen. Síðan tá hevur hann arbeitt sum sjálvstøðugur vinnurekandi. Í 1961 giftist Hans Arne við Sunrid, f. Jacobsen, dóttir Solveig og Alfred Jacobsen, úr Sandavági. Bæði Sunrid og Hans Arne hava verið ítróttarfólk, tey hava t.d spælt hondbólt og róð kapp við Sandavágsbátinum. Tey eiga fimm børn, tey eru: Sonni, Torkil, Allan, Solveig og Jóhan. Øll børnini búgva í Sandavági uttan dóttirin, Solveig, sum býr í Sørvági.