Hans Andrias spælir á Vesterbro

Dagarnar frá 29. august til 3. september verður Copenhagen Songwriters Festival hildin í Keypmannahavn.

Ein av teimum, sum skal spæla á festivalinum, er klaksvíkingurin Hans Andrias Jacobsen. Tað er greitt, nú fyrstu 20 tónleikararnir eru kunngjørdir.

Copenhagen Songwriters Festival bjóðar nógvar nýggjar og spennandi norðurlendskar tónleikarar á skránni í ár, og ætlanin er at seta sjóneykuna á talentini.


Festivalurin fyri sangskrivararnar verður hildin á Onkel Dannys Plads á Vesterbro í Keypmannahavn.