Hans Andrias skrivar um føroyska lagnustund

Hans Andrias Sølvará, dekanur á Søgu- og Samfelagsdeildini, hevur skrivað eina nýggja grein um Friðin í Kiel, ið verður at lesa í nýggjastu útgávuni av Fróðskaparritinum.


Í greinini viðgerð søgufrøðingurin úrslitið av samráðingunum, ið fyri Føroyar merktu, at tjóðin endaði undir donskum valdi. Søgufrøðingurin vísir tó á, at úrslitið kundi havt verið eitt heilt annað.


- Føroyar kundu verið komnar undir svensku krúnuna ella undir bretsku krúnuna. Tað er ein søgulig sannroynd, at svenski uttanríkisráðharrin vísti áhuga fyri norðuratlantisku oyggjunum í 1814. Tað er eisini ein sannroynd, at kendir bretar bæði fyri og undir Napoleonskríggjunum royndu at sannføra bretsku stjórnina um at hertaka tær norðuratlantisku oyggjarnar, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuni um nýggju greinina.


Í greinini viðgerð Hans Andrias Sølvará hvussu ítøkiligar hesar ætlanirnar vóru og metir um hvørjar avleiðingar ein slík hertøku kundi fingið.


Til ber at lesa alla greinina við at trýsta á her.