Nýbygningur
Undir hátíðarhaldinum á Skála legði Hans Andrias Joensen fyri við hesum orðum:
- Thor Alpha skal navn títt vera, segði mamma – og tað má so vera. Eg vóni og biði eftir, at hetta verður eitt eydnisnavn fyri hetta far. At byggja skip er nýtt fyri okkum, og tí er hetta ein sera stór avbjóðing fyri okkum sum reiðarríð.
Hann segði, at hetta er tað, sum felagið hevur sæð fram til í nøkur ár, og serliga spennandi hevur tað verið, síðan teir fyri tveimum árum síðani veruliga fóru í gongd við at tilrættaleggja, hvussu felagið skuldi byggja júst hetta skipið.
- Tað var ikki av tilvild, at vit valdu Skipasmiðjuna á Skála saman við Skipasmiðjuni í Havn at byggja skipið. Skipasmíð av føroyskum handverkarum - eisini sum undirveitarum - er kent sum valaverk.
Hans Andrias veitti eisini Føroya Handverkarafelag eina serstaka tøkk fyri, at felagið gjørdi tað møguligt at fáa handverkarar uttanífrá at gera stálarbeiðið.
- Hetta eiga tit eina serliga tøkk fyri saman við táverandi landsstýri, sum eisini viðvirkaði til, at hetta gjørdist møguligt.
Reiðarin nýtti høvi at takka øllum undirveitarum, Articon, El-Service, Byggiservice, Demich, Radiobúðini, Dofida-Pomerania og øllum øðrum, sum hava viðvirkað til, at hetta far kundi gerast so stásiligt, sum tað liggur her í dag.
Hann takkaði eisini Norsk Veritas og Skipasýninum fyri, at skipið er bygt eftir ásettum krøvum.
- Harnæst - og ikki minst – fari eg at takka skipasmiðjusamtakinum, sum hevur staðið fyri byggingini. Ein serstøk tøkk til Dánjal Andreassen. Eg veit, at tað hevur rikið hart á kíkin viðhvørt, men tú kann í dag vera sera errin av tykkara handverki.
Hans Andrias takkaði eisini Gunnari Mohr, táverandi skipasmiðjustjóra, fyri at hann setti sína undirskrift á byggisáttmálan.
- Eg takki eisini Gunnari fyri góða samstarvið, samstundis sum eg vóni, at samstarvið heldur fram við nýggja stjóranum, Eyðfinni Egholm.
Reiðarin nýtti eisini høvi at takka sínum egna fólki, sum hevur verið serliga nær knýtt at hesi verkætlan.
- Eitt orðatak sigur, at "et er søkort at forstå - andet er skib at føre", men eg haldi, vit eisini kunnu siga "eitt er at byggja skip, annað er at reka skip". Leiðslan í Thor takkar bæði tykkum, sum starvast hjá okkum á landi og ikki minst tykkum, sum vit hava valt til at stýra okkara nýggja og stásiliga fari.
Hans Andrias bar eisini eina tøkk fram á donskum máli:
Også vil bestyrelsen i Thor takke Fugro, som har troet på os og har gjort det muligt for os at bygge dette skib ved at fremleje skibet flere år frem. Vi kommer at gøre alt, som står i rederiets makt til at gøre en så god arbejsætning som muligt for chartreren.
At enda takkaði Hans Andrias Joensen mammu síni og gummuni fyri sín leiklut, samstundis sum hann ynskti skipara og manning á Thor Alpha blíðan byr.