Nýggi brunnbáturin hjá Bakkafrost, Hans á Bakka, fór í morgun av bakkastokki á skipasmiðuni í Yalova, Turkalandi.
Brunnbáturin hevur fingið navnið hjá Hans á Bakka, sum saman við bróðrinum, Rólandi, stovnaði Bakkafrost. Hans Jacobsen (vanliga nevndur Hans á Bakka) andaðist 17. desember 2011. Hans var ímyndin av Bakkafrost í yvir 40 ár. Sum nevndarlimur og stjóri á Bakkafrost, legði Hans grundarsteinarnar undir Bakkafrost, og var við til at seta kósina fyri Bakkafrost frá familjufyritøku til eina føroyska fyritøku í heimsflokki, sum er skrásett á virðisbrævamarknaðinum.
Regin Jacobsen, sonur Hans á Bakka, er stjóri á Bakkafrost. Regin Jacobsen var á staðnum í Turkalandi í morgun, tá nýggi brunnbáturin fór av bakkastokki.
- Hesin nýggi brunnbáturin verður eitt nýbrot fyri føroyska alivinnu og fer at flyta okkum enn longur fram á leið. Eg má siga, at eg var ikki sørt stoltur í morgun – og ikki heilt frítt at man var eitt sindur rørdur, eftirsum skipið kemur at bera navnið hjá pápa mínum, sigur Regin Jacobsen.
Nýggi brunnbáturin er 75,8 metur langur og 16 metur breiður. Hann hevur ein kapasitet uppá 3.000 rúmmetrar og kann flyta 450 tons av livandi laksi.
Hans á Bakka kemur væntandi til Føroyar í juni 2015.