Hannis Joensen 50 ár

Havnar Róðrarfelag ynskir Johannes Joensen hjartaliga til lukku við degnum. 50 ár eru liðin, síðan Hannis Joensen sá dagsins ljós á bóndagarði í Hesti.

Í dag, fríggjadagin 10. februar, rundar RSF formaðurin síðstu mongu árini tey fimmti.

Hannis er føddur og uppvaksin í Hesti, har hann var borin til kongsgarð 10.februar 1956, men hann tók ikki við festnum, tá ið faðir hansara brádliga andaðist av vanlukku í 1994.

Hannis hevur slitið sínar barnaskógvar í heimbygdini, men hansara hjarta kom at liggja í Havnar Róðrarfelag, og kom hann at sita við árar fyrstu ferð í 1973. Helt síðan á í mong ár, og ikki er tal á steypum og heiðursmerkjum, hesir garpar vunnu felagnum til heiðurs tá ið best stóð til.

Eisini í Havnar Róðrarfelag fann hann sær frúgv, og Hallgerð var tann hepna, ið kjósað var. Tey gingu saman í hjúnarlag á heysti 1981 "dagin fyri HB gjørdist Føroyameistari", so væl skuldi borið til at minst dagin.

Børnini eru trý í tali, tvíburðarnir Beinta og Jógvan, síðan er Hugo, ið vit øll í HR kenna við síni hjálpandi hond.

Hannis var fyrstu ferð valdur í nevndina í Havnar Róðrarfelag í 1977 við Heðini Mortensen sum formanni, umframt teir báðar vóru í nevndini: Øssur Simonsen, Harald Joensen, Kirstin Debess, Hans Petur Joensen og Guðny Eikholm.

Hannis er maðurin, ein ikki kann koma uttan um, tá tað snýr seg um róður. Hevur verið við til alt vásið frá ein kann minnast, og vónandi vil tað eisini verða soleiðis framhaldandi.

Hátíðardagin er Hannis uttanlands, men vit vóna at hann við familju hugna sær, og enn einaferð ynkja vit tær hjartaliga til lukku við fimmti ára degnum.

www.drekin.fo