Hannis heldur fram sum formaður

RSF aðalfundurin tók ikki undir við 8. FM stevnuni og at tað bara verður róð á styttsta teininum í Klaksvík

KAPPRÓÐUR

Á aðalfundi í Róðrarsambandi Føroya, RSF, varð 2. hvítusunnudag samtykt, at ein nýggj FM kapping skal vera á skránni í ár. Tað vil siga, at nú fer at verða kappast um sjey FM heiti og ikki seks. Nýggja kappingin kemst av, at genturóðurin verður flokkaður í aldursbólkar. Á sama hátt, sum tað hjá dreingjunum er 18 ára aldursmark, verður tað eisini hjá gentunum 18 ára aldursmark soleiðis, at tað nú verður ein kapping millum 5-mannafør við gentum, sum eru yngri enn 18 ár og ein fyri gentur, sum eru eldri enn 18 ár.
Fuglfirðingar og tey í Runavík vildu hava aðalfundin at samtykkja, at talið á FM stevnum skuldi hækka úr sjey og upp í átta. Tað vildi aðalfundurin ikki. Meginsjónarmiðið var, at tað er ov stutt frá Norðoyastevnu og til Ólavsøku at kappast fleiri enn sjey ferðir.
Klaksvíkingar vildu hava fundin at góðtaka, at tað á Norðoyastevnu í ár bara skuldi kappast á 1000 metrum. Tað vildi fundurin ikki taka undir við.
Argja Róðrarfelag og Knørrur vildu hava fundin at taka undir við, at hesi feløgini skuldu eiga lut fyrireikingunum av ólavsøkuróðrinum. Fundurin vísti málinum frá sær.
Róðrarsambandið legði fyri fundin uppskot um heimild at taka FM stig frá manningum, sum ikki nýta bjargingarútgerð undir venjing. Tað vildi fundurin ikki.
Á fundinum var nevndarval. Allir sjey nevndarlimirnir stóðu fyri vali, og tveir nevndarlimir, skrivarin og kassameistarin, sum ávikavíst vóru Sjúrður Gullbein og Dánjal Petur Poulsen høvdu boðað frá, at teir tóku ikki við afturvali.
Hannis Joensen, sum hevur boðað frá, at hansara skeið í RSF formanssessinum fer at styttast, varð afturvaldur til formann, og Jan Herman Hansen varð afturvaldur til næstformann. Nýggjur kassameistari er Dánjal Petur Olsen, sum frammanundan var nevndarlimur. Nýggjur skrivari er Paula Eikholm, sum er nývald í nevndini. Hans David Hansen er nevndarlimur, og Poul John Æðustein er nývaldur nevndarlimur.