Í hesum døgum hevur Hanni Thomsen sín seinasta arbeiðsdag í Trygdargrunni Fiskivinnunar, har hann eitt skeið var stjóri. Skipara- og Navigatørfelagið hevur í hesum sambandi skrivað nakrar reglur um Hanna.
Drúgva søgan byrjar í 1975, tá Hanni Thomsen varð settur í starv sum skrivstovumaður hjá táverandi Lønjavningargrunni Skipsfiskimanna.
Millum fyrstu arbeiðsuppgávurnar hjá honum var at sita fyri Ráfiskagrunninum og táverandi oljustudninginum.
Í 1989 varð hann settur at menna eina telefonuppboðssølu, sum hann arbeiddi við til Fiskamarknaður Føroya tók yvir.
Í 1997 varð Lønjavningargrunnurin umskipaður og lagdur beinleiðis undir Fiskimálaráðið, tá grunnurin eisini broytti navn til Lønjavningarstovan.
1. september 2004 varð Hanni Thomsen settur sum stjóri fyri Lønjavningarstovuna; hesa uppgávuna hevði hann ábyrgdina av til 2010, tá Lønjavningarstovan og Forskotsgrunnurin vóru tikin av.
Í 2011 varð Trygdargrunnur fiskivinnunnar stovnaður, og nýggi grunnurin tók yvir alt virksemið hjá Lønjavningarstovuni.
Nú varð Hanni settur sum fyribilsstjóri í Trygdargrunninum, og hevur síðani miðskeiðis í 2011 virkað sum deildarleiðari á Trygdargrunninum.
Í 2015 fekk Hanni Thomsen, sum tá var deildarleiðari á Trygdargrunni Fiskivinnunar, handaða Dronningens Fortjenstmedalje úr silvuri fyri drúgva og trúgva tænastu á Lønjavningargrunninum og Trygdargrunninum í 40 ár.
Lønjavningargrunnur Skipsfiskimanna varð settur á stovn í 1947 og Hanni Thomsen, sum byrjaði í starvinum í 1975, hevur sostatt arbeitt har meiri enn helmingin av tíðini, stovnurin hevur verið til.