Hanna á Reynatúgvu stillar upp

- Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum, um vit skulu náa á mál, sigur Hanna á Reynatúgvu, sum stillar upp í Sands kommunu.

- Seinastu vikurnar havi eg verið partur av einum fantastiskum hópi av fjall- og flettingafólki. Var talan um fótbólt, so høvdu vit minst klárað í finaluna. At eg sjálv eigi stóran part av hesum røsku, ger tað ikki verri.

 

Soleiðis skrivar Hanna á Reynatúgvu á sínari Facebook-síðu í gjár. Men, hon leggur eisini aftrat:

 

- Men, hundurin er ikki meira enn hálvbardur, tí næstu vikurnar ætli eg mær at stríðast víðari, saman við einum øðrum hópi á lista C til kommunuvalið á Sandi.

 

Sostatt boðar Hanna á Reynatúgvu eisini frá, at hon letur seg stilla upp til kommunuvalið í Sands kommunu hin 8. november á sama lista, sum bróður hennara, Páll á Reynatúgvu, hevur verið á.

 

Páll á Reynatúgvu boðaði herfyri frá, at hann verður ikki valevni til kommunuvalið hesaferð, nú hann situr sum løgtingsformaður.

 

Á enda á sínari Facebook-síðu leggur Hanna á Reynatúgvu aftrat:

 

- Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum, um vit skulu náa á mál. Jú, mangir eru dystirnir, hóast man ikki er fótbóltsspælari, sigur hon, nú avgerðin at stilla upp til kommunuvalið er tikin.