Hanna í Pálshúsi: Bíðaði eftir dronginum í fleiri ár uttan at vita, um hann var á lívi

Sum framhald av seinastu Miðviku hava vit tveir partar um eina føroyska gentu, har drongurin hvørvur í Russlandi í 1941. Men drongin gloymir hon ikki, og søgan endar lukkuliga

Upprunin til hesa frásøgn var í Newcastle í mai 2005, tá ið eg var við til minnishaldið í samband við, at 60 ár vóru liðin, síðani heims­bardagin endaði. Her hitti eg fleiri danskar sjómenn, sum høvdu upp­livað bardagan í allari sínum ræðu­leika. Ein teirra var tann tá 80 ára gamli danin Edmund Petersen, sum fortaldi, at hann hevði verið saman við einum føroyingi við »Axel Carl«. Tað var skjótt at staðfesta, at hetta var Petur Vilhelm Jacobsen, ættaður í Hvalvík.
Seinni hitti eg Honnu í Pálshúsi, sum var einkjan eftir Petur. Hon hevði eina stak áhugaverda søgu.

Eiðisgentan sum fer til Havnar
(Jó)hanna var fødd 30. november 1913. Foreldrini vóru Jacobina og Jóhan í Pálshúsi. Tey vóru tilsamans 9 systkin: Olaf, Hanna, Mona, Poul, Pedda, Hugo, Erhard, Helga og Beata.
Tá Hanna var 15 ára gomul og var farin úr skúlanum, ringir Sunneva, systkinabarn mammuna, sum er sjúkrasystir á hospitalinum. Hon spyr eftir eini eldri systir, um hon hevur hug at koma at arbeiða á gamla hospitalinum sum gongsgenta. Nei, hendan systirin var farin til Suðuroyar at arbeiða í fiski. Um so onkur onnur systir kundi koma? Hetta dámdi mammuni einki, tí tað var nóg mikið at gera heima. Men mamman gekk tó við til, at Hanna kundi koma í 14 dagar. Hetta gjørdist tó til trý ár, har hon fyrst arbeiddi sum gongsgenta og seinni í køkinum.
Tá gjørdist mamman sjúk, og Hanna mátti fara aftur til Eiðis at hjálpa til heima. Tá ringir Anna, kona Poul Hansen, sum eisini var systkinabarn mammuna og ættað av Eiði, um tey høvdu eina gentu, sum kundi koma í húsið hjá teimum. Mamman hevði ongan hug at lata Honnu fara avstað aftur so skjótt, men sjálv tímdi Hanna illa at vera á Eiði eftir at hava »smakkað« býarlívið í Havn, so Hanna fór og varð trý ár í húsinum hjá Poul Hansen.

So til Danmarkar
Men Hanna hevði eisini hug at royna eitt sindur meira av verðini. Sum hjá so nógvum øðrum gentum tá í tíðini, valdi hon at fara til Danmarkar.
Her var hon so heppin at hava fólk at koma til. Ein fastur, Maria, var leiðari á einum sjómansheimi í Nakskov, og her kom Hanna at arbeiða fyrstu tíðina.
Men eftir eina tíð fekk Hanna aftur hug at royna nakað nýtt og gjørdist hetta í Svendborg. Her búðu eisini ein pápabeiggi, sum hevði nógv samband við sjómansskúlan í býnum, og var hann eisini í nevndini fyri skúlan.
Her kom Hanna so at arbeiða í 1936, og her vóru - sum rímiligt er - nógvir flottir sjeikar. Í 1937 kemur ein føroyskur drongur á skúlan, sum hon fall fyri. Hetta var tann 24 ára gamli og javngamli Petur Vilhelm Jacobsen úr Hvalvík. Hann var komin niður í 1933 og hevði tikið vanligt 3 mánaða sjómansskúlaskeið í Svendborg. Síðan hevði hann siglt, og nú kom hann aftur at fáa sær navigatørútbúgving. Tað rann skjótt saman millum tey bæði, og tey byrjaðu at koma saman. Men tað, at ein næmingur og ein genta, sum bæði búðu á skúlanum, fóru at fjasast, var ikki væl dámt. Tí valdi Hanna at fáa sær eitt annað pláss í Svendborg, so leingi Petur gekk á skúlanum. M.a. gjørdist hon arbeiðsgenta hjá amtmanninum í Svendborg, men her dámdi Honnu einki serligt. Tað var alt so fínt og fornemt, at tað var ikki nakað fyri eina bygdargentu úr Føroyum!
Petur var liðugur við skúlan í 1940, og tá fluttu tey bæði til Keypmannahavnar.
Hanna fekk arbeiði á missións­hotellum. Tað fyrra var á Skt. Annæ­plads beint við Amalien­borg. Tað seinasta var missións­hotellið »Ansgar« beint við Hovedbanegården.

Seinasta lívstekin var úr Leningrad
Petur royndi so at fáa kjans at sigla úti. Ymiskar umstøður gjørdi hetta trupult. M.a. vóru vetrarnir so ótrúliga kaldir, sjógvurin frysti og hetta tarnaði siglingini nógv og harvið møguleikarnar at sleppa at sigla.
Tann 9. apríl varð Danmark her­tikið av týskarum. Petur var inn­kallaður til herin, og var hann í sjóverjuni í 6 mánaðir.
Tey tosaðu um at giftast, men hetta var ikki sum at siga tað uttan at hava fast arbeiði og fasta inntøku.
Men so fekk Petur kjans við »Axel Carl« hjá reiðarínum Heimdal, og hann fór avstað í apríl 1941. Hetta var mestsum sigling á »heima­leiðum«, so tað mundi neyvan fara at taka so langa tíð, til tey hittust aftur. Men so skuldi ikki vera.
Tann 20. juni liggja teir inni í Leningrad og lossa. Hanna fekk feriu hendan dagin og fór eitt legg til Svendborg at vitja pápabeiggjan, og her var hon eisini væl kend.
Longu tá verður tosað um, at Russland var neyvan besta staðið at liggja inni í í hesum døgum, og tann 22. juni leggur Týskland á Sovjetsamveldið. Sum eitt danskt skip - meira ella minni undir týskum ræði - verður »Axel Carl« roknað sum eitt fíggindaskip, og skipið verður tikið av myndugleikunum.
Hetta fær Hanna boð um, og er hetta eisini tað seinasta hon frættir frá Petur í hálvfimta ár. Í komandi parti verður greitt frá tí, ið manningin upplivdi hesa tíðina.
Seinni fer Petur til Amerika at sigla við amerikanskum skipum við krígsútgerð til amerikansku hermenninar, sum bardust móti Japan. Hann upplivir at síggja onnur skip verða torpederað og søkt við mann og mús. Men sjálvur varð hann spardur fyri fleiri slíkar ræðuleikar.
Alt hetta visti Hanna einki um, tí tað var einki samband til gentuna, sum bíðaði í Danmark.
Hanna frætti tó í tíðindunum um hetta ræðuliga kríggið í Russlandi, har nógv fólk lógu eftir á, og har hvørgin parturin fór fram við mýkindum. Tað var einki hugaligt at eiga ein kæran á hesum leiðum.

Óhugaligt og kalt í Danmark
Hanna helt áfram at arbeiða á missiónshotellum í Keyp­mannahavn. Hetta var ein sera trupul tíð. Á hotellið kom ein hópur av týskarum, eins og tað sjálvsagt eisini komu nógvir danir, eisini slíkir, sum kundu vera við í mótstøðuarbeiðinum. Nógvir av týskarunum komu úr marknaøkinum millum Danmark og Týskland og skiltu danskt. Tí var neyðugt at ansa eftir hvørjum orði, ið sagt varð. Annars kundi enda galið. Afturat hesum kom, at krígsvetrarnir vóru so óvanliga kaldir. Genturnar kundu ikki lata seg í eftir kuldanum. Tær skuldu bert vera í sínum vanliga búna, kuldi ella ei, og hetta førdi til krím og tað, sum verri var.
Tað var ikki bara tað, at einki frættist frá Petur. Hanna hevði eins og aðrir føroyingar í Danmark heldur einki samband við familjuna í Føroyum.
Hinvegin hildu føroyingar í Keypmannahavn væl saman. Teir hittust javnan til fundir í Mílafelagnum. Hetta var Kristiligt Ungmannafelag við Emil Joensen sum formanni. Men her kundi trupulleikin vera, at tað viðhvørt var útgongubann á kvøldi, og tá slapst so ongan veg.

Heim til Føroya og Petur aftaná
Tá kríggið er liðugt, fer Hanna heim aftur til Eiðis, og var hetta í oktober 1945 og framvegis veit hon einki frá Peturi. Hann kemur aftur til Danmarkar í januar 1946, og tað fyrsta, hann ger, er at fregnast hjá pápabeiggja hennara í Svendborg, hvussu tað man vera vorðið við Honnu, »um hon var gift ella for­lovað.« »Nei, hvørki annað ella annað« var tað hugaliga svarið hann fekk.
Hann tók so fyrsta fart til Før­oyar, og kom á Havnina 4. februar 1946 við Drotningini. Hanna visti av, at hann kom og var farin til Havnar at taka ímóti. Og var tað ein kensluborin løta at hittast aftur aftaná so mong ár.
Petur var sjálvsagt broyttur og varð vorðin ein annar maður eftir so nógv ár. Alt tað, sum hann hevði upplivað, hevði sett síni spor. So ringt var tað, at sjálvt fyri konuni fortaldi hann ongantíð um síni upplivilsir. Niels Juel greiðir frá, at hann - eins og hinir fangarnir - svøltaði í langar tíðir. Av hesum fekk hann ymsar sjúkur og fekk eisini frostskaðar í beinini. Fyri onkrum øðrum hevur hann nevnt, at einaferð, teir vóru innibyrgdir í eini kirkju, sóu teir javnan, tá lík vórðu beind av vegnum.
Men tá tey nú høvdu funnið hvørt annað aftur, gjørdu tey skjótt av og giftust 18. apríl 1946 í Hvalvíkar kirkju.

Aftur at sigla
Tey fóru so niður aftur til Dan­markar í juli mánaði sama ár. Petur hevði hug at fara aftur til Amerika at sigla, men hetta hevði Hanna ongan hug til. Og soleiðis varð tað.
Hann søkti so kjans í Danmark, og fekk arbeiði við skipafelagnum Progress. Fyrsti sigldi hann í Miðal­havinum, men so fekk reiðaríið til arbeiðis at sigla við kryolit úr Ivigtut í Suðurgrønlandi til Dan­markar. Reiðaríið helt, at sum føroy­ingur kendi Petur betur Grøn­land enn flestu danir, so hann varð spurdur, um hann kundi vera skip­ari, og tað var gaman í.
Hesa farleið sigldi hann í 8 ár, og her vóru eisini mangar ringar ferðir á vetri. Hanna var eisini við onkran túr, tá teir sigldu heilt norður til Umanak og var hetta eisini eitt stórt upplivilsi at síggja Grønland.
Síðani bygdi reiðaríið eitt kemi­kaliu­­skip í Belgia, og Petur var við í eftirlitinum, og hann førdi skipið í fleiri ár. Petur var fyrsti skip­ari yvir­høvur í Danmark, sum sigldi við kemikalium. Hetta var sera vanda­mikið og var ikki sørt fyri at vera ein nerva­pirrandi sigling.
At sigla tá var ikki tað sama sum at sigla nú, tá menn hava frí helvtina av tíðini við løn, og teir neyvan eru úti meira enn 2 mánaðir í senn. Tá var fast at vera úti 14 mánaðir í senn. Hetta gav so møguleika hjá familjuni at sigla við, og kundi tað eisini vera áhugavert.
Men sjálvt eftir so langa tíð burtur, var tað als ikki vist, at ein slapp í land í feriu. Tí nú valdaðist um avloysari kundi finnast.
Eina ferð høvdu tey lagt ætlanir um at fara til Føroya at ferðast við børnunum, tá Petur eftir ætlan skuldi hava frí. Tá gav reiðaríið boð um, at hann slapp kortini ikki av, tí teir høvdu ikki funnið ein avloysara. Men tá gjørdist Hanna stív. Nú høvdu tey lagt ætlanir um at fara til Føroyar, og Petur skuldi í land. Annars segði hann bara upp og pakkaði sekkin í stundini. Tá gingu bert tveir dagar, og teir høvdu funnið ein norskan avloysara.

Aftur til Føroya
Petur gavst at sigla 15. november 1971, tá hann var 59 ára gamal. Hann var so merktur av sínum upplivingum undir krígnum, at hann ikki kundi sigla longur.
Petur hevði altíð sagt, at tá hann gavst at sigla, vildi hann sleppa aftur til Føroya at búgva. Tey fluttu eisini bæði heim aftur. Fyrstu árini búðu tey í Havn. So fingu tey hug at fara til Hvalvíkar, men her var ikki lætt at fáa grundstykki. Tað fingu tey á Eiði og bygdu Úti á Bø. Petur doyði í 1993, 80 ára gamal, og Hanna doyði fyri nøkrum árum síðani. Tey bæði fingu tilsamans 3 børn. Leif, f. 1949, Lis f. 1947 og Ivan f. 1950.Børnini búgva í Danmark. Hanna fekk fýra ommubørn.

Edmund Petersen: Petur var ein dámligur maður
Í sambandi við hesa grein varð tosað við umrødda Edmund Petersen, sum var yngsti maður umborð. So vítt, hann veit, er hann einsamallur maður á lívi av teimum, sum vóru við hendan vanlukkutúrin. Edmund hevur eisini fyri kortum verið í danska sjónvarpinum og greitt frá hesum hendingum,
Edmund minnist væl Petur, sum var 2. stýrimaður, og hann letur sera væl at honum at vera saman við. Hann sigur, at Petur var »stille og rolig« og at »alle kunde lide ham«, og Hanna segði, at hetta er ein góð lýsing av honum.
Hetta er bert eitt dømi um tær frásagnir, sum bert koma fyri dagin av tilvild. Men tað var heppið, at tilvildin her var okkum til vildar.


Komandi partur

Í komandi parti verður greitt frá óhugnaligu ferðini hjá Peturi í fangalegum í Russlandi. Aftaná verður ein røð við frásøgnum hjá Christian Djurhuus, løg­manni, og soni hansara Ejler