Hanna og Lydia vunnu stuttsøgukappingina

Í juli útskrivaði Bókadeild Føroya Lærarafelags barnastuttsøgukapping í sambandi við eina verkætlan um at geva út norðurlendskt stuttsøgusavn um felagsskap

Endamálið við verkætlanini er at styrkja samanhaldið í Norðurlondum, soleiðis at tekstirnir røkka tvørtur um landamørk. 22 royndir og óroyndir høvundar lótu stuttsøgur inn, og Bókadeildin takkar øllum, ið tóku lut í kappingini.

 

Vinnararnir gjørdust Hanna Højgaard og Lydia Didriksen. Tær fáa 8.000 krónur hvør og sleppa eisini at luttaka í norðurlendskum seminari við hinum rithøvundunum og forløgunum í vetur.

 

Hanna Højgaard er úr Saltangará og starvast sum varaleiðari og økisnámsfrøðingur í dagrøktini í Klaksvík, har hon eisini er búsitandi. Hanna Højgaard, ið er nýggj á føroyska bókmentapallinum, hevur bæði yrkt og skrivað stuttsøgur til vaksin í síni frítíð. Eg tími ikki í skúla í dag, er hennara fyrsta stuttsøga til børn, og er samstundis fyrsta søga hjá Hannu Højgaard, ið verður útgivin.

 

Lydia Didriksen er úr Havn og er útbúgvin lærari og MA í føroyskum máli og bókmentum. Hon arbeiðir sum undirvísari og er partur av krabbatoyminum, sum er eitt samstarv millum Bókadeildina og Nám, ið ger lættlesibøkur. Lydia Didriksen hevur drúgvar royndir sum rithøvundur og týðari, umframt at hava ritstjórnað lesibøkur til framhaldsdeild. Nýggju húsini, er heitið á vinnandi barnastuttsøguni hjá Lydiu Didriksen.

 

Vinnarasøgurnar báðar skriva seg inn í vandamál, sum øll kenna seg aftur í. Tær viðgera truplar støður og evni, ið fylla nógv í gerandisdegnum hjá børnum. Rithøvundarnir arbeiða ymiskt við evninum felagsskapi.

 

Allar søgurnar í norðurlendska stuttsøgusavninum verða týddar og útgivnar á øðrum norðurlendskum málum, umframt føroyskum. Savnið verður útgivið til komandi norðurlendska bókamessu í Göteborg í septembur 2025.