Tá fyrsta flagið varð loyst til nýggjan barnagarð á Sandi, vóru tað kvinnur og bygdarráðslimir, sum sótu í gravmaskinuni.
Kvinnurnar vóru Hanna á Reynatúgvu, sum er varaborgarstjóri og Hildigerð Djurhuus, sum er bygdarráðslimur.
Tað er entreprenørfyritøkan, J&K Petersen, sum ger grundstykkið til barnagarðin byggibúgvið, og staðsetingin er Skarðsbøur.
Uppat grundstykkinum, liggur eisini ein nýggj útstykking, sum nú er komin væl áleiðis og ætlandi verður liðug seinni í ár.
Í nýggju útstykkingini á Skarðsbøi, sum J&K Petersen eisini gera, verður pláss fyri umleið 34 nýggjum grundstykkjum og sethúsum.
Á Sandi er barnagarður - Barnagarðurin á Teigunum - men hesin er ikki tíðarhóskandi longur. Hann er bygdur uppí eini eldri sethús.
Um verkætlanina við nýggjum barnagarði, sum nú er farin í gongd á Skarðsbøi á Sandi, sigur kommunan soleiðis:
- Nú verður ikki helmað í, fyrr enn ein nýggjur og snotiligur barnagarður stendur liðugur.