Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, hevur ikki tikið støðu hvørt hon stillar upp til kommunuvalið.
Framsókn stillaði upp í Tórshavn og í Eysturkommunu seinasta val og tað eydnaðist teimum at fáa Honnu Jensen valda inn í Eysturkommunu við 58 atkvøðum.
Framsókn hevur fund í dag, har m.a. kommunuvalið verður á skrá. Tó er tað ikki upstillingarfundur.
Í mun til hinar flokkarnar, so hevur Framsókn ikki økisfeløg, men eina landsnevnd, ið tekur støðu til øll økini viðvíkjandi uppstilling.










