Hann ynskir jú bara at svimja

Risastóra týska blaðið Die Welt hevur í dag eina samrøðu við Pál Joensen í blaðnum.

Risastóra týska blaðið Die Welt hevur í dag eina samrøðu við Pál Joensen í blaðnum.

 

Týska blaðkvinnan Melanie Haack kallar søguna um Pál Joensen heilt serstaka. Greinin byrjar við móttøkuni hjá Páli Joensen á Vága Floghavn, eftir at hann sum 17 ára gamal hevði vunnið trý gullheiðursmerki í EM fyri unglingar.

- Eg gjørdist ovfarin og tikin av bóli av móttøkuni í Føroyum, sigur Pál Joensen.

 

- Fólk í heimbýgd míni siga mær, at tað, eg geri, gleðir tey. Tað gleðir meg, sigur Pál Joensen við týska blaðið. Í eini finalu sum fríggjadagin hugsi eg: Eg geri hetta ikki bara fyri meg sjálvan, men eisini fyri nógv onnur menniskju har heima.

 

- Størsta flopp á míni yrkisleið

So bersøgin er Pál Joensen, tá prátið fellur inn á OL-kappingina í London. Eitt 9. pláss í 400 metrum var sum so til at liva við, men eitt 17. pláss á 1500 metrum var eitt satt vónbrot.

 

Tað tykist sum, at avrikini hjá Páli Joensen enn vekja ans og spennandi verður at fylgja honum í finaluni í kvøld klokkan 17.00.