Tað var ein væl fyrireikaður FIFA-forseti, ið var á vitjan hjá løgmanni í morgun. Kaj Leo Johannesen var ovfarin av, at 76 ára gamli Joseph (Sepp) S. Blatter visti so nógv um løgmann
- Hann visti alt sum er at vita um meg. Um familjuna og fótbóltsyrkisleiðina, so tað er ein maður, sum setur seg inn í tingini, sigur Kaj Leo í samrøðu við Rás2.
Sepp Blatter situr eisini í IOC(International Olympic Committee) nevndini. Føroyar hava í longri tíð arbeitt fyri at fáa sjálvstøðan limaskap í IOC, eins og vit hava í FIFA. Tað tosaði Kaj Leo Johannesen eisini við Sepp Blatter um.
- Eg kundi ikki lata vera, tá eg nú hevði hann her, at tosa um okkara limaskap í IOC. Hann var positivur og vísti á hvussu vit kunnu arbeiða víðari við málinum, sigur løgmaður.
Undir greinini ber til at hoyra samrøðuna við Kaj Leo Johannesen, sum var á Rás2.
Mynd: (Álvur Haraldsen) Kaj Leo Johannesen(t.v), Sepp Blatter og Virgar Hvidbro.











