Hann vil vaska talvuna reina og byrja av nýggjum

Tobbi vil hava øll við – og hann heldur, at veljarin hevur víst á, hvønn hann vil hava til borgarstjóra

Hann vil vaska talvuna reina og byrja av nýggjum

 

Tobbi vil hava øll við – og tað er at kalla púra vist, at hann verður borgarstjóri aftur

 

Einaferð í kvøld verður tað greitt, hvør verður borgarstjóri í Runavík hesi næstu fýra árini.

Tórbjørn Jacobsen hevði eitt kanónval og fekk 461 atkvøður, og tað er hálvatriðju ferð meiri enn nakar annar fekk.

Tað merkir samstundis, at Tórbjørn liggur væl fyri, at halda fram sum borgarstjóri, men sjálvur tekur hann tað fyrivarni, at tað er meirilutin í býráðnum, sum velur borgarstjóran.

Hinvegin hevur listin hjá Tórbjørn Jacobsen sjey býráðslimir, og sostatt hevur hann meirilutan einsamallur. Og hann fæst eisini til at siga, at tað vildi merkiligt, verður onkur annar valdur til borgarstjóra.

– Valúrslitið vísir, hvønn borgarin vil hava til borgarstjóra og tað hevur eisini verið siðvenja, at tann, sum fær flestar atkvøður, verður borgarstjóri.

Men eina ferð í kvøld verður støðan greiðari, tí Tórbjørn Jacobsen hevur kallað nývalda býráðið á fund í kvøld, har ætlanin er at avtalað, hvussu býráðið skal skipast.

Hóast listin hjá Torbjørn Jacobsen kann taka avgerðina einsamallur, ætlar hann ikki at gera tað.

– Eg ætli at fáa alt býráðið við, so at vit øll verða javnbjóðis partar í býráðnum, sigur hann.

Tað er eingin loyna, at til tíðir hevur samstarvið ímillum hann og Jonhard Danielsen, sum er valdur á einum øðrum lista, gingið illa. Men Torbjørn Jacobsen, sigur, at nú hevur fólkið valt eitt nýtt býráð og tá eina vit, sum manna býráðið, at vaska talvuna reina og at byrja av nýggjum.

Boðskapurin frá mær til nýggja býráðið í kvøld, verður, at vit leggja mørkini ímillum teir fýra listarnar, sum hava umboð í býráðnum, niður, og at vit øll ellivu eru á jøvnum føti, tá ið vit skipa okkum við borgarstjóra, varaborgarstjóra, og nevndarsessum.

Tórbjørn Jacobsen væntar, at nývalda býráðið fer at hava fund í morgin, har avtalan frá í kvøld verður formliga staðfest.