Hann vil sleppa frá at viðgera kærur

Allar kærur skulu nú savnast á einum staði

Nú skal tað ikki longur bera til at kæra avgerðir, sum Umhvørvisstovan hevur tikið á umhvørvisøkinum og á elveitingarøkinum, til landsstýrismannin.Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum sleppur honum undan skylduni at taka støðu til slíkar kærur.

Tvørtur ímóti skal tað hereftir verða kærunevndin í lendismálum, sum eisini skal avgreiða slíkar kærur

Helgi Abrahamsen sigur, at orsøkin til hetta er fyrst og fremst, at tað er sami landsstýrismaður, nevniliga hann sjálvur, sum umsitur bæði umhvørvismál, alimál og og vinnumál.

Og tí heldur hann, at skal hann eisini viðgera kærur á hesum økjum, kann hann koma í stríð við seg sjálvan, tí tað kann hendan at tað er onkur í vinnuni sum kærur.

Tí heldur hann, at tað er best at flyta kærumyndugleikan burtur frá landsstýrismanninum. Men í øðrum lagi heldur hann, at tað er frægasta loysnin at savna allan kærumyndugleikan í eini og somu kærunevnd. Samstundis verður avgerðirnar hjá kærunevndini endaligar.

Hetta fer eisini at merkja, at arbeiðsorkan í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum kann leggjast til rættis á skynsamari hátt, heldur hann.