Hann noktar at upplýsa fyri Løgtinginum um hann er koppsettur

Jenis av Rana vil ikki svara alment upp á privat viðurskifti

Jenis av Rana, landsstýrismaður, vil ikki upplýsa um hann er koppsettur fyri koronu, ella ikki. Tað ger hann greitt fyri Løgtinginum í morgun.

 

Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann um hann er koppsettur so at hann fær røkt sítt arbeiði sum landsstýrismaður í uttanríkismálum. Hon spurdi hann eisini um hann hevði verið í einum brúdleypi, har nógv fólk fingu koronu. Her kann upplýsast, at tað hevur verið sagt, at hann var í brúdleypi hjá partamanninum, Steffani Klein Poulsen, har fleiri fólk vórðu smittað.

 

– Er landsstýrismaðurin ikki er koppsettur, og hevur hann verið í einum brúdleypi, har tíggjutals fólk hava fingið koronu, hevur so averið í sóttarhaldi, vildi Ingilín Didriksen Strøm eisini hava at vita.

 

Men tað vil Jenis av Rana ikki svara upp á. Hann vísir á, at løgtingsfólk kunnu seta løgmanni, og landsstýrisfólkum spurningar um almenn viðurskifti. Men um eitt landsstýrisfólk er koppsett, ella tekur ávísan heiligvág, hoyrir ikki undir almenn viðurskifti. Her er talan um persónlig viðurskifti hjá landsstýrismanninum, sigur Jenis av Rana.

 

Av tí sama vil hann heldur ikki siga hvørjum brúdleypi, hann hevur verið í, tí tað er privat og hevur einki við starvið sum landsstýrismaður at gera. Og tískil vil hann heldur ikki siga um hann hevur verið í sóttarhaldi. Men hann leggur afturat, at Ingilín Didriksem Strøm hevur misskilt støðuna, tá ið hon heldur, at koppseting er ein fyritreyt fyri at røkja týdningarmiklu embætini sum landsstýrisfólk.

 

– So er ikki – hvørki eftir stýrisskipanarlógini ella eftir aðrari lóg, sigur Jenis av Rana.