Hann vil ikki blanda seg upp í lønina hjá fiskimonnum

Tað eru nógv fólk í Havn, sum tjena meiri um tíman enn fiskimenn tjena um dagin, sigur løgtingsmaður

Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vil ikki blanda seg upp í, hvussu høg minstulønin hjá fiskimonnum er. Tað gjørdi hann Løgtinginum greitt hendan dagin. Minstulønin er 1.00 krónur um dagin og Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann um hann heldur, at tað er ein nøktandi minstuløn, ella um hann ætlar at taka málið upp við stýrið hjá Trygdargrunninum um at hækka minstulønina.

 

Hann heldur, at tað er neyðugt at hava eina trygga inntøku, men í ávísum skipabólkum ernettupp ótryggleiki um lønina ein av stóru trupulleikunum. Ótryggleikin elvir til, at fleiri og fleiri leggjast upp á land at arbeiða, har lønin er tryggari – og í summum førum er hon eisini hægri.

 

Hinvegin ásannar hann, at minstalønin er ein sera góð trygd, tá í fiskiskapurin er vánaligur og onkur reiðarí hava hækka minstulønina av sínum eintingum sett minstaløn.  Onkrir tinglimir hildu eisini, at ein máti kundi verið at prístalsviðgera minstulønina so at hon hækkaði automatiskt, so hvørt, sum lønir og prísir annars hækka.

 

Árni Skaale sigur, at hann fer ikki at blanda seg upp í, hvussu høg minstulønin er. Hann vísir á, at Trygdargrunnurin hevur eitt stýri við umboðum fyri mannningarnar og fyri reiðararnar. Og halda tey, at minstulønin ikki er nøktandi, fara tey helst at koma til hansara við einum tilmæli um at hækka hana, og so tekur hann málið upp.

 

– Eg fari ikki at áseta minstuløn tí tað má verða stýrið, sum kemur við einum tilmæli um tað, sigur Árni Skaale.

 

Fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sigur, at sostatt hevur Árni Skaale somu støðu, sum undanfarnir landsstýrismann hava havt. Hinvegin ásannar hann, at minstulønin er ikki serliga høg, tí tað eru nógvir bólkar í Havn, sum tjena meiri um timan enn fiskimenn við minstuløn tjena ein heilan dag, sum hann málber seg.

 

Í 2010 var minstalønin 535 krónur um dagin, í 2016 hækkað hon upp í einar 1.000 krónur um dagin og í 2018 hækkaði hon so aftur upp í 1.100 kr um dagin.