– Hetta óskilið við Smyrli má nú fáa ein enda. Tað sigur Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin. Hann er sjálvur úr Vági og sostatt ferðast hann regluliga við Smyrli um Suðuroyarfjørð.
Og hann er samdur við teimum nógvu ferðafólkunum, sum javnan geva ilt av sær í sambandi við siglingina hjá Smyrli. Eitt, sum irriterar ferðafólk, er, at tað gongur sera illa at halda ferðaætlanina tí hann er so ofta forsinkaður.
– Mær er fortalt at í gjárkvøldið sluppu ferðafólk ikki umborð fyrrenn klokkan gekk til midnátt, hóast hann skuldi sigla klokkan 21.15, sigur Erhard Joensen. Yvirhøvur er tað púra vanligt, at Smyril er forsinkar hálvar og heilar tímar.
Eitt annað, sum fólk forsyndast inn á, er, at túrarnar seint um kvøldið, er er kafeteria bara opið eina løtu, og onkrar túrar er tað slett ikki opið yvirhøvur.
– Alla aðrastaðni verður roynt at fáa ferðafólk at brúka so nógvar pengar umborð, sum gjørligt, men umborð á Smyrli verður alt latið aftur, sigur hann.
Strandferðslan hevur sagt, at tað, sum er tann stóri trupulleikin í sambandi við at halda ferðaætlanina, er, at Smyril hevur so nógva frakt at føra.
– Ætlanin við Smyrli var, at hann skuldi fyrst og fremst vera eitt ferðafólkaskip ímillum Suðuroynna og Havnina, og so skuldi hann eisini føra nakað av farmi. Men nú er hann blivin eitt farmaskip burtur av, sum eisini siglur við ferðafólki, sigur løgtingsmaðurin fyri Sambandsflokkin.
Orsøkin til at kafeteria ikki er so nógv opið kann vera fyri at halda altjóða krøvini um hvílitíðir hjá manningini.
Men hann spyr, hví allur farmur, sum skal flytast í og úr Suðuroy, skal flytast við Smyrli og hann spyr, hví farmaskip ikki kunnu sigla inn í Suðuroynni eftir farmi.
– Er tað bíligari at flyta farm úr Suðuroy til Havnar, enn tað er hjá farmaskipum at leggja at í Suðuroy, er hetta talan um ein beinleiðis, almennan stuðul til tey stóru flutningsfeløgini, sigur Erhard Joensen. Fyri virkini í Suðuroy væntar hann ikki, at munurin verður tann stóri, tí sum er, rinda tey fyri at fáa farmin til Havnar.
Hann sigur, at hetta eru viðurskifti, sum skulu fáast í rættlag og tí fer hann at taka málið upp í samgonguni fyri at fáa eina loysn.
Er tað ein partur av loysnini, at Smyril fær størri manning, fyri at halda ferðaætlanina og fyri at hava kafeteria opið, má tað gerast, og er tað ein partur av loysnini, at Smyril missur inntøku av farmi, má Strandferðslan fáa ta neyðugu eykajáttanina til tað, sigur hann.