Hansara rætta navn er Ali Hassan al-Majid, og hann var generalur í irsksku trygdardeildunum. Men tað ljóðar næstan ov vanligt. Eyknevni hansara, Kemiski Ali, er nærri veruleikanum.
-Hann umboðar tað ringasta av tí ringa í stýrinum hjá Saddam hussein, og tað sigur ikki so lítið, sigur leiðarin í mannarættindafelagsskapinum Human Rights Watch, Kenneth Roth.
-Hugsa tær at síggja hann sita í vitnisstólinum í Haag. Tað hevði verið óført, hevur miðeysturserfrøðingurin hjá sama felagsskapi, Mohammed Dayem, einaferð sagt.
Hósnáttina í síðstu viku tóku amerikanararnir hann. Tað var deildin Taske Force 20, sum fann hann, men amerikanararnir vilja ikki siga, hvar tann deildin var, tá hon kom fram á Ali Hassan al-Majid. Tað er heldur ikki so løgið, tí Taske Force 20 er ein av deildunum, sum leita eftir Saddam Hussein sjálvum.
Eftir at teir báðir synir Saddams doyðu herfyri, søgdu amerikanararnir, at frákoyrdi forsetin helst fjaldi seg í sunni-muslimska økinum norðan fyri Bagdad, og at hann fjaldi seg saman við júst "Kemiska Ali". Var hendan metingin røtt, er tað hugsandi, at amerikanararnir hava verið nær Saddam sjálvum hósnáttina. Men hann varð so ikki tikin.
Tað er eisini rættiliga hugsandi, at teir báðir flýddu í felag, og at teir hava fjalt seg í sama staði, tí gamli einaræðisharrin hevði fult álit á Ali. Tað var Ali, sum fekk tær mest óhugnaligu uppgávurnar, tí Saddam visti, at generalurin helt seg ikki aftur, sama hvør uppgávan var. Hann var tann føddi bøðilin, sigur Kenneth Roth.
Halabja
"Kemiski Ali" hevði eisini sínum gamla einaræðisharra nógv at takka fyri. Áðrenn Saddam kom til valdið, var hann bert ein vanligur hermaður, men aftaná kom hann skjótt upp eftir hernaðarliga stiganum. Í 1978 varð hann settur til guvernør í tí kurdiska økinum í Norðurirak, og her skipaði hann fyri tí sokallaða Anfal-hópmorðinum ímóti kurdunum. Heitið stavar frá einum broti í Koranini, sum loyvir ráni í krígstíð, og í tíðarskeiðinum frá mars í 1987 til apríl í 1989 hvurvu umleið 100.000 kurdar, vilja mannarættindafelagsskapir vera við. Tað var undir hesum átakinum, at guvernørurin fekk heitið "Kemiski Ali", tí hann nýtti kemisk vápn ímóti kurdunum.
Tað mest umrødda álopið av hesum slagnum var, tá menninir hjá Ali lupu á býin Halabja í mars í 1988. Har vórðu 5.000 ósek fólk myrd við eiturgassi, sum tyrlur sprændu oman yvir býin. Mong munnu hava sæð ta søguligu myndina av tí deyða abbanum, sum situr og heldur um tað deyða abbabarnið.
Eitt kurdiskt vitni, Araz Mohamed Amin, greiddi seinni frá, at hann misti trettan av sínum í hópdrápinum í Halabja. Í einari samrøðu við Los Angeles Times greiddi hann frá, at hann hevði mist ein mammubeiggja, eina fastur og eitt systkinabarn. Ein annar mammubeiggi hansara misti sjónina, og eitt systkinabarn hansara fekk lunguni oyðiløgd.
Hann ræðast vit øll
Men "Kemiski Ali" var ikki liðugur enn.
Tá Saddam Hussein gjørdi av at gera innrás í grannalandið Kuwait, varð Ali tilnevndur guvernørur har, men tríggjar mánaðir seinni varð hann fluttur haðani, tí sjálvt Saddam helt hann vera ov harðrendan. Men tað helt einaræðisharrin ikki, tá shiamuslimski uppreisturin í Suðurirak skuldi berjast niður aftan á Flógvakríggið. Her var Ali aftur tann rætti maðurin, og undir einum herrópi um, at nú skuldi endi gerast á shiamuslimunum, fór hann til verka.
Úrslitið sæst enn tann dag í dag. Í 1991 búðu umleið 250.000 shiamuslimar í økinum millum áirnar Eufrat og Tigris. Í dag er talið niðan fyri 40.000.
"Kemiski Ali" lat seg ikki steðga av kjøti og blóði. Hann er systkinabarn Saddam, og í 1995 fingu teir ein trupulleika. Tveir versynir Saddams vóru flýddir til Jordan, har teir greiddu frá øllum loyndarmálunum hjá stýrinum í Bagdad, og millum annað avdúkaðu teir fyri fyrstu ferð, at Irak hevði hópoyðingarvápn. Annan versonurin, Saddam Kamel, greiddi eisini frá, hvussu Saddam og hansara mest trúføstu stuðlar í stjórnini kappaðust um, hvør kundi vera tann mest harðrendi. Men eingin, ikki ein kundi sammetast við "Kemiska Ali". Hann ræðast vit øll, segði Saddam Kamel.
Í 1996 lótu teir báðir versynirnir seg lumpa aftur til Irak, og neyvan av tilvild var tað "Kemiski Ali", sum tók ímóti teimum - við at myrða báðar.
Amerikanska herleiðslan vil ikki siga, hvar bøðilin er, og hon vil heldur ikki siga, hvat ætlanin er at gera við hann.
Men tikin er hann.
(Kelda: Berlingske Tidende)