92 ára gamli, Chresten Baisgaard, telist millum tey fyrstu í Danmark, sum hevur fingið koronu-koppseting, og hetta hendi klokkan 09 danska tíð í morgun. Tað vóru búfólk á fimm røktarheimum kring um í Danmark, sum gjørdust tey fyrstu, ið vórðu koppsett í morgun.
Í Norðurjútlandi var tað Chresten Baisgaard, sum gjørdist hin fyrsti á sínum røktarheimi.
- Hetta hevur verið ein hørð tíð á røktarheiminum. Allir aktivitetir hava verið stongdir í tiggju mánaðir. Fólk hava sitið á sínum kømrum og hugt í sjónvarp allan dagin, sigur Chresten Baisgaard, sum býr í Birkebo í Aalborg.
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, sigur, at covid-19 hevur verið avbjóðand fyri Danmark, Evropa og allan heimin. Men, nú sær hon fram til, at hetta verður byrjanin til endan av herviligu farsóttini.
- Hetta er eitt stórt vegamót hjá okkum her í Danmark, hjá okkum í Evropa og kring allan heim, segði hon, tá hon hitti tíðindafólk í morgun.