- Linjuverjin hevði rætt. Christian Panucci luttók framvegis í spælinum, hóast hann lá uttan fyri vøllin. Tí var Van Nistelrooy ikki rangstaddur.
Orðini eigur formaðurin í dómarafelagnum í Premier League, Keith Hackett.
Italiumenn føldi seg snýttar, tá Ruud Van Nistelrooy í gjár legði Holland á odda. Christian Panucci tveitti seg í takkling, áðrenn hann fór um síðulinjuna. Hann var tískil mettur sum aftasti maður, og so var lætt hjá Real Madrid-framherjanum at senda framvið Gianluigi Buffon í málinum.