Hann tveitti seg á gólvið

Undir avhoyringini small tann nú ákærdi maðurin tvær ferðir í gólvið. Politisturin, sum avhoyrdi mannin, bað hann gevast við slíkumm, og tað játtaði maðurin

Politisturin, sum handtók tann ákærda, greiddi í rættinum frá, hvussu atburðurin var hjá tí ákærda, tá ið hann varð avhoyrdur, beint áðrenn hann var handtikin.
Hansara søga var, at tann ákærdi skapaði sær og lætst at smella í gólvið.
Tann ákærdi var á Landssjúkrahúsinum, tí hann var smallin nakrar dagar frammanundan á arbeiðsplássi sínum Bakkafrost nakrar dagar frammanundan.
15. november fór politiið fór eftir honum á Landssjúkrahúsið fyri at avhoyra hann. Hetta var um middagsleitið, og klokkan 18 varð hann handtikin.
Politisturin greiddi frá, at mitt undir avhoyringini, kastaði maðurin seg niður á gólvið. Tað minti um herindi, sum vóru ógvuslig. Stólurin koppaði.

Flipp
- Hann lá har útstrektur og flippaði út, segði politisturin, sum fekk eygasamband við mannin og kom eftir, at einki var galið.
Løtu seinni vildi maðurin sleppa út at roykja. Tað slapp hann, og so datt hann aftur niður.
- Eg bað hann gevast við hasum, tí annars varð eg noyddur at leggja hann í hondjørn, og so lovaði hann at lata vera, segði politisturin.
Hann fór út á Landssjukrahusið at fáa mannin kannaðan, og læknin, sum tók ímóti, var tann sami, sum hevði tikið ímóti manninum, tá ið hann varð innlagdur nakrar dagar frammanundan. Politisturin greiddi læknanum frá, hvat var hent, og læknin svaraði, at manninum bagdi einki.