Hann tosar ikki so nógv, men vísir tað í verki

Nýklakti heimsmeistarin úr Vági tosar ikki so nógv, men afturfyri vísir hann tað í verki

 

- Enn eru vit fleiri sum ikki hava fatað, hvussu ófatiliga stórt bragd tað varð, sum tú framdi í Boston sunnudagin.

 

Tað staðfesti Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, á fagnaðarløtu í Vági seinnapartin í dag fyri nýklakta heimsmeistaranum í inniróðri, Dánjali Martin Hofgaard.

 

- Men soleiðis er tað við stórum brøgdum, tað tekur sína tíð at fata, hvat tað var, sum hendi, so at vit fáa sett tað í ein samabnhang, segði hann í einum fullsettum VB-Húsið, sum var karmurin um móttøkuna.

 

- Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at vit hava ítróttarfólk, sum eru fyrimyndir hjá teimum ungu og okkum øllum somlum, at vit hava ítróttarfólk, sum ganga undan og sum tora at seta sær risastór mál – og røkka teimum, segði Dennis Holm

 

- Slíkt letur dyr upp fyri teimum ungu, tí brádliga er tað blivið lógligt at droyma um at verða tann besti í øllum heiminum.

 

Dennis Holm vísti á, at tá ið Dánjal Martin Hofgaard var ikki av tí slagnum, sum ger so nógv av at tosa um at hnn ætlar sær hetta ella hitt, tí hann vísir tað í verki.

- Tað gjørdi hann so dyggiliga í Boston sunnudagin, segði borgarstjórin í Vági.