Hann sveik síni vinfólk

Ein ungur maður segði, at hann følir seg sviknan og pápi hansara er illa við, nú ein maður er ákærdur fyri at hava havt stórar nøgdir av rúsevnum í varðveitslu, samstundis sum hann var dagligur gestur í heimi teirra

- Vit hava helst ov stórt álit á fólki.

Ein maður, sum hevur givið frágreiðing í rættinum í stóra narkotikamálinum, sum er til viðgerðar hesa vikuna, viðgekk, at hann var illa við av tí, sum varð hent.

Ein maður er ákærdur fyri at hava havt stórar mongdir av rúsevnum í varðveitslu.

Men hann hevði eisini verið dagligur gestur í heiminum hjá manninum, har hann var vinmaður við bæði børnini í húsinunum.

Tað førdi til, at sonurin varð varðhaldsfongslaður og skuldsettur fyri at hava ein leiklut í málinum og at løgreglan rannsakaði heim teirra.

Skuldsetingin ímóti soninum varð síðani slept, tí tá ið avtornaði, hevði hann onki við málið gera.

Maðurin í húsinum og bæði børnini góvu øll trý forkláring í rættinum.


Følir seg sviknan

Sonurin greiddi frá, at hann hevðí kent ákærda í nøkur ár og at teir vóru rættiliga væl.

- Hann var ein vinmaður, eg hevði álit á, segði hann

Tí fekk hann ongan illgruna, tá ið ákærdi bað hann koma á Gomlu Rætt at hjálpa tveimum íslendskum vinmonnum við bátinum, tí teir høvdu trupulleikar við motorinum.

Teir fingu eisini hann at standa fyri einum pengaflutningi upp á 7000 krónur úr Ìslandi.

Spurningurin var reistur um hann skuldi standa fyri pengaflutninginum fyri at fjala útyvir smugglararnar, tí teirra navn mátti ikki standa á nøkrum skjølum.

- Hjá einum smugglara ræður um at vera so ósjónligur sum gjørligt og tí skal navnið helst ikki standa undir skjølum av nøkrum sum helst slagi.

Men tað skuldi ikki vera orsøkin, hevur ákærdi greitt frá.

Orsøkin til, at vitnið skuldi standa fyri flutninginum, var, at hann var tann einasti, sum hevði samleikaprógv.

Heldur ikki hetta undraðist vitnið á og tí játtaði hann at standa sum móttakari fyri pengaflutninginum og tá ið pengarnir vóru komnir, fekk ákærdi teir.

Peningurin skuldi brúkast til proviant, umvælingar og annað, sum skuldi til, áðrenn teir stevndu yvir hav til Íslands við øllum rúsevnunum umborð.

Hann fekk kortini illgruna um, at okkurt var áfatt, tí hann hevði sæð ein løgreglubil á Gomlu Rætt.

Hann spurdi ákærda, hvat hann nú hevði “rótað seg inn í”, men ákærdi sissaði hann og segði, at hetta var ein púra natúrlig framferð, tá ið pengar skuldi flytast ímillum lond og so hugsaðí vitnið ikki meir um tað.

Men hann viðgekk, at nú føldi hann seg sviknan av sínum góða vinmanni.


Fastur gestur heima

Pápi hansara greiddi frá, at ákærdi var fastur gestur heima hjá teimum.

Og tá ið íslendingarnir vóru komnir við stuttleikabátinum, kom ákærdi eisini heim til teirra við báðum íslendingunum og har fingu teir bæði mat og sluppu at læna telefon og internet.

Tann ákærdi hevði onki sagt um rúsevnini ella um at hann vildi sleppa av við íslendingarnar.

Hann viðgekk eisini, at hann var illa við, tá ið hann fekk at vita, at ákærdi var uppi í rúsevnasmuggling og hann helt fyri at mann hevði nokk ov stórt álit á fólki.

Eisini dótturin í húsinum gav sína frágreiðing og hon greiddi frá, at ákærdi helt at íslendingarnir báðir vóru so strævnar, at hann vildi bara sleppa av við teir.

Men hon fekk illgruna um at hetta hevði okkurt við rúsevni at gera, tí einaferð hevði ákærdi tráspurt hana um hon hevði meldað, gjørdust hon varug við nakað illgrunasamt og hann vildi hava at vita, hvat hennara mark var.

Tá ið hon segði, at hon hevði meldað, varð ákærdi nokk so skelkaður.

Men í eini kenning hjá ákærda varð prátið komið inn á narkotikasmuggling og tá hevði ákærdi sagt, at talan var um størstu smuggling í Føroya søgu, og at tað, sum hann hevði í viðførisrúminum í bilinum, var vert yvir 20 milliónir krónur.

Hinvegin segði hann eisini, at hann hevði onki við hetta at gera og at íslendingarnar høvdu onki, sum kundi knýta hann at málinum.

Men hann segði eisini, at hann fekk tað væl betalt at taka sær av teimum báðum íslendingunum.


Harðligir

Tá ið gongd kom á málið, vendi hon sær sjálv til løgregluna og spurdi um hon skuldi geva frágreiðing í málinum.

Hon segði, at hon hevði ikki fatað, hvussu umfatandi hetta var, men ein orsøk til, at hon onki hevði sagt, kundi vera, at hon visti at íslendingarnir vóru harðligir, tí annar hevði reypað av, at hann var á svartalista á 90% av øllum klubbbum í Ìslandi, tí hann bardust so illa.

Eitt annað vitni greiddi eisini frá, at hon ræddist teir báðar íslendingar, tí teir virkaðu so harðligir í sínum verumáta.

Hon segði, at teir prátaðu nógv um harðskap og um, hvussu tað riggaði best at sláa fólk niður og tí ræddist hon teir.

Seinni í vikuni fara so nevningarnir at siga sína hugsan um tann ákærdi er sekur ella ikki.